Nólsoy

Eystan fyri Havnina er Nólsoy so long og so mjá og verjir høvuðsstaðin fyri havalduni eystaneftir. Sjálv bygdin er á Eiðinum, har oyggin ikki er breiðari enn so, at tað brýtur tvørturum, tá óveður er. Vestantil er meginparturin av oynni vallaður líka í sjógv, eystanfyri er bratt við ríkum fuglalívi í bjørgunum og djúpum hellum. Syðst á oynni er Borðan, har vitameistari áður búði, men nú er vitin ómannaður. Nólsoy er lægsta oyggj í Føroyum, gróðrarrík og torvheiðarnir av teimum bestu í landinum.

Úr Nólsoy kom hin víðagitni Nólsoyar Páll (1766-1809) og í nýggjari tíð hin navnframi Ove Joensen (1948-87), sum gjørdi tað bragd einsamallur at rógva úr Føroyum til Keypmannahavnar í 1986. Nólsoyingar hava frá gamlari tíð verið tiltiknir fyri at rógva, og seinastu mongu árini hevur tíggjumannafarið Nólsoyingur eisini verið fastur táttur í kappróðri á summarstevnunum.

Eystantil á oynni er stórt drunnhvítabølið. Tað størsta í heiminum, verður sagt. Um summarið verða regluliga gjørdar útferðir at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdi. Nólsoy er í dag eisini kend fyri at hava fostrað nógvar góðar tónleikarar.

Arbeitt hevur í fleiri ár verið við at byggja svimjihøll í bygdini, og fyri nøkrum árum síðani varð eisini ein lítil fótbóltsvøllur gjørdur í Nólsoy. Alt ferðasamband til og úr Nólsoy er sjóvegin, og strandfaraskipið Ternan røkir siglingina millum Nólsoy og Tórshavn. Nólsoy kom upp í høvuðsstaðarkommununa 1. januar í 2005.

Í Nólsoy búgva 224 fólk. (9. juni 2017)

 

Nólsoyarnevndin
Annika Olsen, forkv.
Heðin Mortensen
Vígdis Bjarnadóttir
Bjørn Elison
Evy Toftegaard
Ferðaætlan
Ternan siglir um Nólsoyarfjørð fleiri ferðir um dagin. Tú sært ferðaætlanina HER.