Tórshavnar Móttøkuhús og myndasavn

Móttøkuhúsið stendur á horninum Tróndargøta/Kongagøta og er rættiliga sermerkt borið saman við vanligt føroyskt byggisnið. Húsið er smíðað í 1923 í útjaðaranum á býnum, sum hann var tá. Longri niðan kom býurin ikki.

Í 1986 keypti kommunan húsið og setti tey í stand at nýta sum móttøkuhús og listasavn. Listasavnið keypti kommunan frá føroyska útisetanum Niels Winther. Savnið fatar um málningar og tekningar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Húsið verður nú serliga nýtt sum móttøkuhús, tá ið býráðið fær gestir. Mentanarnáttina og á ólavsøku hevur almenningurin høvi at síggja húsið og listasavnið.

Móttøkuhúsið í Tróndargøtu verður ikki leigað út til framsýningar ella tiltøk.

Samband
Móttøkuhúsið
P.O.Box 32
FO-110 Tórshavn
Att: Borgarstjórin

Tlf. 302010
Faks 302011
Teldupostur: torshavn@torshavn.fo
www.torshavn.fo

Um Móttøkuhúsið
Til ber at lesa stuttan faldara um Móttøkuhúsið HER.