Norðurlandahúsið 

Norðurlandahúsið má sigast at vera eitt tað ítøkiligasta úrslitið av norðurlendskum samstarvi. Síðani húsið í 1983 á fyrsta sinni læt dyrnar upp, hevur tað tænt sínum endamáli og ment seg sum ein depil fyri føroyskari og norðurlendskari mentan.

Við sínum fjølbroytta virksemi hevur húsið megnað at bjóðað føroyingum sum útlendingum mentanarligar upplivingar á høgum altjóða stigi. Húsið sjálvt talar eisini sína søgu við byggilistarligum samstarvi og tilfari úr øllum Norðurlondum.

Samband
Norðurlandahúsið í Føroyum
Norðari ringvegur
FO-100 Tórshavn

Tel. 35 13 51
Faks 35 13 50
Teldupostur: nlh@nlh.fo
www.nlh.fo