Sjónleikarhúsið

Sjónleikarhúsið er enn sum áður karmurin um eitt ríkt mentanarlív við høvuðsdenti á sjónleikin. Føroyingar hava kortini leikt sjónleik, langt áðrenn sjónleikarhúsið varð tikið í nýtslu í 1926, men við nýggju umstøðunum mentust møguleikarnir og áhugin, bæði at skriva og leika sjónleik.

Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð (1885-1957), sum gav húsinum hetta sermerkta snið, reyðmálað við svartari tekju, og mentanarligar eldsálir góvu húsinum lív.

Samband
Sjónleikarhúsið
N. Finsensgøta 34
100 Tórshavn

Tlf. 311132
Atgongumerkjasølan 311131
Teldupostur sjonleik@olivant.fo
www.sjonleikarhusid.com