Barnaverndarøkið varð tann 1. januar 2006 lagt út til kommunurnar at umsita. Hetta varð gjørt við nýggju barnaverndarlógini, sum løgtingið samtykti árið fyri.
Lógin áleggur kommununum at samstarva um barnaverndina. Hvørt barnaverndarøki skal fevna um í minsta lagi 1.500 fólk. Hvørt øki hevur eina barnaverndarnevnd, og í tilknýti til nevndirnar skal vera ein faklig umsiting, ið fyrireikar og málsviðger øll barnaverndarmál.
Hesar eindirnar við barnaverndarnevndum og felags umsiting verða nevndar barnaverndartænastur.