Smiðjan í Lítluvík

Síðani 1977 hevur gamla smiðjan í Lítluvík, sum Tórshavnar kommuna eigur, verið nýtt til framsýningarhøli. Hundraðtals listafólk, bæði føroysk og útlendsk, hava sýnt fram síni listaverk. Tað var Restorffs Handil, sum bygdi smiðjuna í 1870-árunum.

Økið, Úti í Grind kallað, gjørdist rættiligt smiðjuumhvørvi í eina heila øld við ikki færri enn fýra smiðjum.

Tey, sum ynskja at sýna fram í Smiðjuni, skulu venda sær til Snarskivuna.

Framsýnarar lata 500 krónur í goymslugjaldi, sum teir fáa aftur, tá framsýningin er liðug. Gjaldið fyri Smiðjuna er 10 prosent av søluni.

Samband
Smiðjan í Lítluvík
P.O.Box 32
FO-110 Tórshavn
Att: Snarskivan

Tel. 30 20 10
Faks 30 20 11
Teldupostur: torshavn@torshavn.fo
Framsýningar
Tú sært yvirlit yvir framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík á visittorshavn.fo - beinleiðis slóð HER.