Føroya Náttúrugripasavn

Tað byrjaði við einum jarðfrøði-, djóra- og plantusavni, sum við løgtingslóg í 1955 gjørdist Føroya Náttúrugripasavn. Savnið er enn býtt í hesar eindir. Endamálið hjá Náttúrugripasavninum er at savna, varðveita og sýna fram náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins, og savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar.

Savnið heldur til á Debesartrøð. Um summarið er savnið opið hvønn dag í viku, og um veturin er opið sunnudagar.

 

Samband
Føroya Náttúrugripasavn
V.U. Hammershaimbsgøta 13
FO-100 Tórshavn

Tlf. 35 23 00
Faks 35 23 01
Teldupostur: ngs@ngs.fo
www.ngs.fo

Upplatingartíðir:
1. juni – 14. sept. 
Mánad – fríggjad. 10-16
Leygard – sunnudag 15-17

15. sept – 31. mai 
Sunnudag kl. 15-17