|
Listasavn Føroya
Í norðari parti á viðarlundini er Listaskálin, karmurin um stóran part av frægastu føroysku málningalistini. Umframt føstu framsýningina, bjóðar Listaskálin eisini ymsar serframsýningar hjá bæði royndum og minni royndum listafólkum.
Byggilistarliga er hin 1600 fermetra stóri skálin uppliving í sær sjálvum. Yvir- og síðuljós í teimum ymsu rúmunum geva bestu framsýningarmøguleikar, og uttan leiðir Listaskálin tankarnar á gamalt føroyskt byggisnið.
|