Müllers Pakkhús

Vestantil við Vestaruvág er Müllers Pakkhús, bygt í 1890-árunum sum útgerðarstað fyrst í slupptíðini. Í høga grótlaðaða kjallaranum var saltgoymsla, á ovastu hædd vórðu segl bøtt og barkað, og í miðhæddini hevði hvør sluppin sítt útgerðarrúm.

Nú eigur kommunan pakkhúsið. Kjallarin er settur í stand, og arbeitt verður framhaldandi við at umvæla húsið.

Seinastu árini hevur kjallarin í Müllers Pakkhúsi verið karmur um fleiri samkomur og framsýningar. Húsið verður vanliga ikki leigað út til privat tiltøk ella privatar veitslur.

Mentamáladeildin umsitur avtalur um, hvørji tiltøk eru í húsinum.

Samband
Müllers Pakkhús
P.O.Box 32
Fo-110 Tórshavn
Att: Mentamálaleiðarin

Tel. 30 20 10
Faks 30 20 11
Teldupostur: torshavn@torshavn.fo

Um Müllers Pakkhús
Til ber at lesa stuttan faldara um Müllers Pakkhús HER.