Tórshavn

Tórshavn, ella Havnin, sum vit vanliga siga, er høvuðsstaður landsins og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Hóast býurin er lítil í heimshøpi, hevur Havnin tað, ið fólk seta í samband við ein nútímans høvuðsstað.Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1000 ár.

Á gamla tingstaðnum, Tinganesi, hevur landsins stjórn, landsstýrið, sæti. Hetta er nesið, sum býtir sjálva havnina sundur. Eystan fyri er havnin fyri ferðafólk og farm. Higar koma eisini ferðafólk úr útheimi til Føroya, og meginparturin av øllum farmi, og vestan fyri er fiskivinnuhavn og hugnalig smábátahavn. Í Havn er nógv gamalt varðveitt, og her er gamalt og nýtt. Í Havn ber til at spáka sær úr 1000 ára gomlu søguni inn í nútíðina eftir bert fimm minuttir.

Býarvøksturin hevur verið ógvuliga stórur seinastu árini. Í Havn er alt, sum einum stórbýi hoyrir til. Bæði til arbeiði, frítíð og persónliga røkt og menning. Her eru dagstovnar, skúlar, ítróttarøki, heilsuverk við sjúkrahúsi, og øðrum viðgerðamøguleikum, tilhald til eldri fólk, eins og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli eisini eru í býnum.

Gjørt verður nógv burtur úr at fríðka um býin. Í miðstaðarøkinum eru fleiri kommunusamanleggingar farnar fram seinastu umleið tjúgu árini. Hetta hevur eisini givið høvuðsstaðarkommununi størri møguleikar at menna byggimøguleikar og virksemi annars, og við tí alt størri fólkagrundarlagnum, sum nú er 20.590 fólk (18. januar 2016), eisini størri møguleikar at átaka sær ymiskar uppgávur, sum almennu Føroyar áður hava røkt.