Sólareygað

Stovnurin er deildur upp í 4 lonir og er gjørdur til 64 børn.

Sólareygað er ein stórur stovnur, við opnum rúmum. Hvør lon hevur egna inngongd, wc, stóra stovu, køk og eitt ella tvey eyka spælirúm. Øll vindeyguni eru í barnahædd.

Mitt í bygninginum er eitt stórt alrúm við inngongd frá øllum fýra lonum. Eisini eru trý onnur stór felagsrúm út frá alrúminum. Garðurin er stórur við nógvum møguleikum. Enn eru vit ikki liðug at gera alt uttandura, men ætlanirnar eru nógvar. Stovnurin liggur so at siga mitt úti í náttúruni, við øllum teim møguleikum náttúran kann bjóða.

Endamálsorðing
Vit leggja stóra orku í, at trivnaðurin er í hásæti , bæði fyri børn, foreldur og starvsfólk, tí vit meta, at uttan trivnað er ongin menning. Okkara týdningarmiklasta arbeiði, er at skapa eitt menningarríkt umhvørvið.

Vit hava valt at seta fokus á seks menningarøkir. Tey eru:
1. Barnið sum ein partur av felagsskapinum. Tað sosiala barnið
2. Barnið sum nakað heilt serstakt. Tað unikka barnið.
3. Barnsins møguleikar fyri at mennast málsliga.
4. Barnsins møguleikar fyri at mennast kropsliga.
5. Barnsins møguleikar fyri at tilogna sær mentunarlig virði.
6. Barnsins møguleikar at tilogna sær vitan, og mennast gjøgnum okkara nærmasta granna, náttúruna.

Gerandisdagurin
Skiftandi føroyska veðurlagið ger, at tað er neyðugt hjá barninum at hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við hvønn dag. Eyka sett av klæðum má altíð liggja á stovninum. Navn skal vera á øllum klæðum. Um barnið er sjúkt ella heldur frí, verða foreldrini vinarliga biðin um at siga frá á stovninum áðrenn kl. 09.30. Tað er eisini týdningarmikið at ringja, um barnið kemur eftir kl. 09.30.

Umframt heiligdagar, er stovnurin stongdur millum jól og nýggjár. Eisini er stovnurin stongdur í samband við, at starvsfólkið hevur ráðleggingardagar.
Kunning/Spurningar
Dagstovnurin Sólareygað
Sundsvegur 23
100 Tórshavn

Tel. 30 24 30
Fartel. 28 71 50

T-postur: solareygad@torshavn.fo
Netsíða: solareygad.com

Leiðari: Mirjam Johannesen
Upplatingartíðir: 07:30-17:00

Tel stovurnar
Pisurnar: 25 80 92
Glottin, barnagarðsstova: 28 71 60
Ljósið, barnagarðsstova: 28 71 60
Strálan, vøggustova: 28 71 61
Glæman, vøggustova: 28 71 61