Familjustovan

Familjustovan er partur av barnaverndartænastuni í kommununi og fyrisitingarliga undir sosialu deild.

Uppgávan hjá familjustovuni er burturav at ráðgeva foreldrum, sum á ein ella annan hátt hava trupulleikar við børnunum ella sjálvi hava tílíkar trupulleikar.

Aðalendamálið er at fyribyrgja, at tað gerst neyðugt, at børn verða flutt úr heiminum. Familjustovan er mannað við serútbúnum fólki, sum eftir ávísing frá barnaverndartænastuni fara út í heimini at ráðgeva, men hava eisini møguleika og rúm til at taka familjur inn at ráðgeva.

Metir tú at tú hevur tørv á at tosa við onkran á familjustovuni kanst tú seta teg í samband við barnaverndartænastuna.
Samband
Barnaverndartænastan í Havn
Sosiala deild
Tórshavnar kommuna
Postsmoga 32
FO-110 Tórshavn
Tlf. 30 20 60 (vanlig arbeiðstíð)
Tlf. 21 60 12 (eftir arbeiðstíð)
T-postur: barnavernd@torshavn.fo