Sernám
Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Virksemið fatar m.a. um at skipa fyri og ráðgeva í øllum sernámfrøðiligum spurningum, at gera kanningar og veita undirvísing, venjing, viðgerð, stuðul og vegleiðing, soleiðis at børn og ung ( 0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kroppsliga,
persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Sernám hevur fakkunnleika innan:
· talu og hoyrn
· fysio- og ergoterapi
· námsfrøði
· sálarfrøði
Fyri at røkka høvuðsuppgávuni hjá Sernámi verður arbeitt á tveimum økjum:
· fyribyrgjandi
· útgreinandi og viðgerðandi
|