Vinnuligt burturkast
Vinnuburturkast er burturkast, sum stavar frá vinnuligum virksemi. Meginreglan er, at tað skal gjaldast fyri at lata inn vinnuligt burturkast til móttøkuplássini hjá kommununi. Privat húsarhald gjalda einki.
Burturkast verður roknað sum vinnuligt, um tað stavar frá øðrum enn privatum húsarhaldi. Burturkast, sum verður latið inn á kommunal móttøkupláss við akførum yvir 3500 kg, verður altíð roknað sum vinnuburturkast.
Navn og bústaður á virkinum, haðani burturkastið stavar, skal skrásetast, tá vinnuburturkast verður latið inn á kommunalu móttøkuplássini. Gjaldið verður avroknað millum virkið og Tórshavnar kommunu.
Leygardagar taka móttøkuplássini hjá kommununi ikki ímóti vinnuburturkasti.
Vinnuligar fyritøkur kunnu lata inn burturkast til Endurnýtsluna á Hjalla, silohøllina á Brennistøðini, jarnplássið á Hjalla og tyrvingarplássið í Húsahaganum