Aliburturkast

Kommunala Brennistøðin á Hjalla tekur einans ímóti lívrunnum burturkasti frá alivinnuni, um eingin annar møguleiki er at sleppa av við burturkastið, so tað kann koma til gagns á annan hátt. Tikið verður einans ímóti smáum nøgdum hvørja ferð, í mesta lagi 2 rúmmetrar um dagin í alt. Treytin er, at burturkastið stavar frá alivinnu í Tórshavnar kommunu.

Brennistøðin skal hava eina umsókn um burturbeiningina av aliburturkastinum í seinasta lagi tveir arbeiðsdagar frammanundan. Tann, sum flytur aliburturkastið, skal haraftrat hava flutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.