Velbastaðar skúli

Áðrenn skúli varð bygdur á Velbastað í 1905, hevði lærarin skúla eina viku í senn í Kirkjubø, á Velbastað, úti í Hesti og Koltri. Tá ið skúli kom, var skúlagongdin flutt ímillum Kirkjubø og Velbastað fram til miðskeiðis í farnu øldini, tá ið børnini í Kirkjubø vórðu koyrd til Velbastaðar í skúla.

Skúlin stendur mitt í bygdini við bygdarvegin, sum bindur saman býlingarnar í gomlu bygdini, grannabygdirnar og økið annars.

Gamli skúlin á Velbastað húsaðist til í 2000 í ógvuliga trongum og ótíðarhóskandi hølum. Tí varð farið undir at byggja nýggjan skúla, sum varð tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina í 2000.

7 árgangir eru, og teir eru býttir í tríggjar flokkar, 1. - 3 árgangur, 4. - 5. árgangur og 6. - 7. árgangur. Næmingarnir í Velbastaðar skúla fara í hádeild í Eysturskúlan.

Kunna teg nærri
Velbastaðar skúli
Norðuri á Heyggi 19
176 Velbastaður

Tel. 302505

T-postur: vel@skulin.fo
Netsíða: vel.fo