Ferðavinna

Kunningarstovan í Havn
Felagið Tórshavn rekur Kunningarstovuna, ið skal útinna dagliga virki felagsins, t.v.s. kunna, vegleiða og hjálpa borgarum í Havn og vitjandi gestum.

Kunningarstovan kunnar um býin úteftir og uttanlands, ger kort og faldarar um býin og skrá yvir tað, sum fyriferst. Stovnurin skipar fyri mentanar- og vinnutiltøkum í býnum og fyri tiltøkum í sambandi við ferðavinnu.

Inntøkurnar hjá Kunningarstovuni eru stuðul frá Felagnum Tórshavn og Tórshavnar kommunu. Kunningarstovan vinnur eisini pening við at selja meira ferðavinnukendar lutir og tænastur í sambandi við handilslig tiltøk.

Limir í Felagnum Tórshavn eru virki, feløg, stovnar og einstaklingar, ið eru umboðað í nevnd felagsins, eins og Tórshavnar kommuna hevur nevndarumboð. Felagið Tórshavn er eitt áhugafelag. 

Kunningarstovan í Nólsoy
Nólsoyar Kunningarstova er sett á stovn í 2007. Kunningarstovan heldur til í Pakkhúsinum hjá Petersen. Húsini eru frá 1787 og vórðu bygd sum handil.

Hetta søguliga hús er nú sett í stand og verður nýtt sum kunningarstova og kaffistova.

Úr kaffistovuni sært tú niðan á oynna og út yvir víkina, har skarvur, æða og teisti spæla sær í sjónum. Um tú ert heppin, sært tú kanska eisini ein kóp. Strandfaraskipið Ternan leggur at beint við húsini, so tú kanst fylgja við, hvør kemur og fer av oynni.
Kunningarstovan skipar fyri túrum við ferðaleiðara og gisting í húsum í Nólsoy.
Samband
Kunningarstovan
Vaglið
P.O.Box 379
FO-110 Tórshavn
tel. +298 30 24 25
fax +298 30 24 26
Teldupost: info@visittorshavn.fo
Netsíða: www.visittorshavn.fo

Opið soleiðis
mai-september:
mánadag og fríggjadag:  07.00-17.30
týsdag-hósdag: 08.00-17.30
leygardag: 09.00-14.00
september-mai:
mánadag-fríggjadag: 09.00-17.30
leygardag: 10.00-14.00

Kunningardiskurin við farstøðina
Opið er gerandisdagar frá kl. 9-16. Harafturat er eisini opið, tá ferðamannaskip og Norrøna koma.

Kunningarstovan í Nólsoy
Tel. 327060
info@visitnolsoy.fo
www.visitnolsoy.fo