Nólsoyar skúli

Skúlin í Nólsoy varð bygdur í 1970. Har eru 3 vanligar skúlastovur, smíðstova, køkur og bókasavn. Fimleikahøll er eisini umframt stórur skúlagarður. Til bygdarfólkið eru fitness-amboð tøk eftir skúlatíð - og verður skúlin eisini nýttur til kvøldskúlavirksemi, barnafimleik og kórvenjingar.

Árgangirnar eru býttir í 2 bólkar, yngri bólkur (1.-3. fl.) og eldri bólkur (4. - 7. fl.). Næmingarnir í Nólsoyar skúla fara í hádeild í Eysturskúlan.



Kunna teg nærri
Nólsoyar skúli

í Geilini 46
270 Nólsoy

Tel: 302465

T-postur: nolsoy@skulin.fo
Netsíða: nolsoyarskuli.fo