Meiaríið

Ein av sermerktu og tignarligu bygningunum í Havn, sum stendur eftir mæta arkitektin H.C.W. Tórgarð (1885-1957), er Meiaríið í Tórsgøtu, bygt í 1922.

Tá ið Meiaríið gavst, keypti kommunan bygningin, og í 1993 varð ein partur av honum latin yrkissjónleikarbólkinum Grímu.

Í fyrsta lagi var bert pláss fyri skrivstovu og lítlum venjingarhøli, men fimm ár seinni var rættiligt framførsluhøli liðugt, soleiðis at Gríma á 20 ára degi sínum í 1997 kundi framføra stórfingnan leik í gomlu mjólkarhølunum, sum tá vóru umvæld og innrættað til endamálið.

Í 2005 varð Tjóðpallur Føroya settur á stovn, og Tjóðpallurin hevur síðani húsast á Meiarínum.
Samband
Tjóðpallur Føroya
Tórsgøta 9
P.O.Box 212
FO-110 Tórshavnar kommuna

Tel. 21 81 17
Teldupostur: info@tjodpallur.fo
www.tjodpallur.fo