Dagstovnurin á Hamrinum 

Á Dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósástova og Glyvursstova. Tað ganga 12 børn á hvørjari vøggustovu. Reynsstova og Rossástova eru barnagarðsstovur og har eru 19 børn á hvørjari stovu. Tey 6 ára gomlu húsast í Risastovu, tey kallast Spírar og eru tey 14 børn.

Stovnurin er frá 2003, og hevur góðar umstøður - bæði inni og úti.

Vit á Hamrinum leggja dent á eina góða móttøku - at børn og vaksin kenna seg væl at koma inn í húsið. Vit eru eitt livandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.

Læring og spæl eru náttúruligir partar av okkara gerandisdegi. Vit arbeiða við tí Viðurkennandi hugburðinum, vit leggja dent á eitt jaligt og kveikjandi umhvørvið, og vit síggja møguleikar fram um forðingar. Vit hava ein jaligan hugburð til okkara arbeiðið, og eru tilvitaði um ta ábyrgd og uppgávu vit hava sum professionell starvsfólk. Vit virka sum eitt felags hús, har børnini kunnu vitja og spæla saman. Somuleiðis hava vit fleiri felgas verkætlanir saman.

Øll børn mennast, hvør í sínum lag. Vit taka støði í teirra sterku síðum og vilja virka fyri, at hvørt barnið, í so stóran mun til ber, fær brúkt øll síni evni. Øll børn hava rætt til luttøku í felagskapinum og vilja vit virka fyri at ØLL verða inkluderaði. Somuleiðis bjóða rammurnar á stovninum inn til fordjúpan, spæl og læring.

At kveikja skapandi evnini hjá børnunum, arbeiða vit tilvitaði við. Vit bjóða kreativar samlingar og møguleika møguleika at menna sínu kreativu evnir á ymsikan hátt.

Vit vaksnu eru álítandi, opin og erlig - og vit lurta, eisini tá vit eru ósamd. Vit tora og tola at hyggja inneftir, at verða undrandi og rannsakandi. Vit vilja menna og endurskoða, soleiðis at vit altíð eru tilreiðar at møta avbjóðingum.

Øll menniskju eru ymisk. Hetta merkir at vit mugu hava virðing fyri øðrvísi hugsanum, enn okkara egnu - at vit virða og viðurkenna ymisleikarnar hjá hvørjum øðrum.

Foreldrini eiga til eina og hvørja tíð at kenna tryggleika við stovnin og at hava álit á starvsfólkunum - og sjálvsagt eitt gott samstarv millum stovn og heim er høgt raðfest.

At hava tað stuttligt - børn og vaksin - er sjálvsagt ein sera týðandi partur av okkara arbeiði.
Afturvendandi tiltøk er nakað sum vit eisini raðfesta her á Hamrinum. Tað er garðdagur, jólahald, føstuhald o.a. og sjálvandi føðingardagar.

Um tit ynskja at hoyra meir um okkum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Kunning/Spurningar

Dagstovnurin á Hamrinum
Glyvurvegur 50
160 Argir

Tel 30 20 03
Fartel. 22 57 84

Teldupost: annikaw@torshavn.fo 
Netsíða: dag-ham.fo

Leiðari: Annika W. Jacobsen
Upplatingartíðir: 7.30-17.00