Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini


Í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Sankta Frans Skúla. Til hvønn flokk eru knýttir ábyrgdarpersónar. Starvsfólkini heinta børnini í skúlanum og fylgja teimum í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin liggur ikki innan skúlans øki. Vit ganga hvønn dag umleið 1.5 km í Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini. Hetta er gott fyri børnini eftir loknan skúladag, har børnini fáa møguleikan at røra seg, og geva vit børnunum stundir at spæla á vegnum. Eisini styðjar hetta undir skiftið frá skúla til frítíð.

Vit liggja í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Góðir møguleikar eru at nýta vallir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan, har vit hava fleiri smáttir, og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar til rørðslu eru góðar, og hetta er gott fyri rørsluligu menningina hjá einstaka barninum.

Vit hava sera góðar innandura umstøður. Vit hava ymisk verkstøð til skapandi evni, ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað, har børnini fáa ment seg á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintohøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, har barnið undir tryggum karmum er við til at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.
Kunning/Spurningar

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini
Gundadalsvegur 12
100 Tórshavn

Tel: 31 49 02
fritidarskulinbad@gmail.com til dagliga kunning og samskifti

Leiðari: Jan Laursen 
Tel: 28 49 02
T-postur: janl@torshavn.fo

Upplatingartíðir:
Mánadag-fríggjadag kl. 11-17