Frítíðarskúlin í Hoyvík


Um stovnin
Í løtuni ganga 74 børn úr 1. og 2. flokki í Hoyvíkar skúla í Frítíðarskúlanum, afturat hesum hava vit eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki, har børnini úr Hoyvíkar skúla og Skúlanum við Løgmannabreyt eru meldað til.

Endamálsorðing
Tað er sera umráðandi, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umhvørvi, har tað hevur møguleikar at menna seg á øllum økjum. Tá ið børnini eru hjá okkum, eru karmarnir tryggir. Vit fara at stimbra og menna tey sosialt, skapandi og kropsliga.

Gerandisdagurin

Er barnið í skúla og skal ikki í frítíðarskúla, skulu vit hava skrivlig boð um tað. Sendið eini sms-boð til tel. 212729 ella í boðbókina. Ganga børn heim sjálv, skal hetta gerast í seinasta lagi kl. 16.30 grundað á trygdina á heimferðini. Vilja foreldrini, at heimferðin verður seinni, sendið so skrivlig boð um tað.

Tá ið boðið verður í føðingardag, skal stovnurin fáa hetta at vita í seinasta lagi dagin fyri. Er barnið sjúkt ella av onkrari orsøk ikki kann fara út, eigur barnið ikki at koma í frítíðarskúla.

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Matpakkin verður etin í skúlatíðini. Áleið kl. 14:00 bjóða vit børnunum eina lætta millummálatíð.

Samband fæst altíð við okkum á tel. 212729. Børnini sleppa ikki at ringja heim sjálv, men gerst hetta neyðugt, ringir eitt starvsfólk. Foreldur sleppa altíð at lána telefonina, er hetta neyðugt. Telefonirnar hjá børnunum skulu liggja í skúlataskuni ella jakkanum. Øll boð, ið foreldur vilja geva barni sínum, skulu gevast umvegis starvsfólkatelefonina tel. 212729.
Ábyrgd verður ikki tikin fyri leikum, ið børnini sjálv hava við.

Børnini hava hvør sítt klædnarúm í gongini, har barnið hevur sítt egna pláss og plastkassar til skiftiklæðir. Børnini mugu hava skiftiklæðir við til hvønn dag. Harumframt mugu tey hava gummistivlar, regnklæði, ullintar hosur og um veturin kavadrakt, húgvu og vøttir. Øll klæðini skulu vera merkt við navni. Foreldrini hava ábyrgdina av, at skiftiklæðini eru í kassanum. Eftir skipan, verða gloymd klæðir løgd fram regluliga, og nakrar ferðir árliga verða gloymdu klæðini latin til vælgerandi endamál.

Tað er umráðandi, at børnini " krossa seg av", tá ið tey fara og eisini siga farvæl við eitt starvsfólk.

Børn til frítíðarítriv
Børnini eru vælkomin at koma aftur í FTS eftir lokið frítíðarítriv, hetta fram til kl. uml. 16.00. Skal barnið til frítíðarítriv og ganga sjálvt, verður hetta skrivað í boðbókina á miðhæddini ella sum skrivlig boð á annan hátt. Tað ber ikki til at ringja og biðja starvsfólkini í FTS geva boð til barnið um at fara avstað. Starvsfólkini hava ongantíð ábyrgdina av, at barnið fer til frítíðarítrivi ella ikki, men vit kunnu, eru umstøðurnar til tað, geva barninum boð um tað.

Føðingardagar
Seint í hvørjum mánaði hava vit felags føðingardag her í FTS. Føðingardagurin er frá kl. 13.00-14.30. Hevur barn tykkara føðingardag júst tann dagin, vit hava felags føðingardag, og tit vilja halda hann tá, so eru vit sjálvandi sinnað at flyta okkara føðingardag tann mánaðin til ein annan dag.




Kunning/Spurningar
Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
FO 188 Hoyvík

Gólvtelefon: 212729
Frítíðartilboðið til 3. fl. 282927

T-postur: bjarnibe@torshavn.fo
Netsíða: facebook.com/ftshoyvik

Leiðari: Bjarni Beder
Tel. 214789

Álitisfólk: Jórun S. Jacobsen

Upplatingartíðir: Mán-frí kl. 11.00-17.00