Frítíðarskúlin í kongagøtu

Um stovnin
Í Kongagøtu ganga børn í 1. flokki frá Skúlanum á Fløtum. Til hvønn flokk eru knýtt 2 starvsfólk, sum, umframt at hava ábyrgdina av flokkinum, eisini eru kontaktpersónar hjá lærarum og foreldrum.

Endamálsorðing
Endamálið hjá Frítíðarskúlanum í Kongagøtu er, at børn eftir loknan skúladag, innan tryggar karmar og undir uppsýni og vegleiðing frá vaksnum, kunnu stimbrast og mennast málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga. Virðingin fyri frítíðini hjá børnunum er sett í hásæti.

Frítíðarskúlin vil frælsi undir ábyrgd
Munur er á skúla og frítíðarskúla. Tá ið barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíðina hjá barninum. Hetta viðførir m.a.,at spæl og annað virksemi er sjálvboðið og ikki skemalagt og skipað á sama hátt sum í skúlanum. Børnini hava tí møguleika fyri sjálvi at ráða yvir frítíð síni í frítíðarskúlanum, men tó undir okkara ábyrgd og hjáveru. Harafturat bjóða vit børnunum tilboð av ymiskum, sum tey kunnu taka lut í, um tey hava hug.
  • dentur verður lagdur á førleikan hjá einstaka starvsfólkinum
  • arbeitt verður miðvíst og tilvita við aldursbólkinum 6/7-8/9 ár
  • starvsfólkið skal hava tað neyðugu vitanina um henda aldursbólk
  • starvsfólkið skal verða tilvita um menningina hjá tí einstaka barninum
  • starvsfólkið skal kunna samstarva við børn, foreldur starvsfelagir og skúla
Virksemi
Umframt hetta bjóða vit børnunum tilboð av ymiskum virksemi. Her raðfesta vit virksemi úti í náttúruni og verkstaðsarbeiði.

Vit hava eisini nógv fysiskt virksemi t.d Spírin í Havnardali sum er ein úti frítíðarskúli til børnini sum ganga í 2. flokki. Svimjing, fimleikahøllina á Háskúlanum, fótbóltsvøllin beint uttan fyri huðrina.

Av øðrum virksemi kann nevnast: Bindiklubbur, bingo, hugnakvøld, filmskvøld, lega, gisting á frítíðarskúlanum, jólahald, føstulávintshald, føðingardagur hjá frítíðarskúlanum, bowling, biograf, útferðir og ymiskar ítróttakappingar.

Gerandisdagurin
Frítíðarskúlin tekur ímóti børnunum í skúlastovuni. Børn og starvsfólk sum skulu í Spíran verða koyrd í leigaðum bussi. Hini børnini ganga til stovnin saman við starvsfólkunum. Skúlin/lærarin hevur ábyrgd av børnunum, til frítíðarskúlin tekur við ábyrgdini.

Um børnini hava frí, fara til ítrótt, føðingardag, heim við øðrum børnum, ella tíðliga heim, má boðast frá á frítíðarskúlanum millum kl. 9-11 og tey kunnu ikki koma aftur á frítíðarskúlan tann dagin. Frítíðarskúlin átekur sær ikki at syrgja fyri frítíðarvirksemi hjá børnunum.

Børnini skulu hava matpakka við einaferð um vikuna, og hann verður etin klokkan 12 í frítíðarskúlanum. Børnini fáa ókeypis mjólk. Frítíðarskúlin syrgir fyri millummála, sum børnini eta millum 14 og 15.00.

Børnini mugu hava skiftiklæðir við hvønn dag. Harumframt skulu børnini hava gummistivlar, regnklæðir, hálvhosur, og um veturin, húgvu og vøttir. Øll klæði skulu vera merkt við navni.

Spírin hevur útiklæði til børnini: Regnklæði, kavadraktir, gummistivlar, húgvur, vøttir og hálvhosur.

Í gongini liggur protokollin, har tit skulu minnast til at krossa børnini út, tá tey verða heintað. Tann, sum fer avstað við barninum, skal eisini siga einum starvsfólki frá. Hetta er ein umráðandi partur av tryggleika frítíðarskúlans.
Kunna teg nærri
Frítíðarskúlin í Kongagøtu
Tróndargøta 44
100 Tórshavn

Tel. 28 40 50
T-postur: ftskongasta@torshavn.fo
Netsíða :hornabo.mono.net

Spírin: 22 46 41
T-postur: spirinsta@torshavn.fo
Netsíða: nattura.fo

Leiðari: Ann Elisabeth Eldevig Joensen
Tel: 21 40 41
T-postur:

annelisabeth@torshavn.fo


Upplatingartíðir: Mánadag - fríggjadag frá 11 - 17