Býlingshúsið millum Gilja

Á stovninum eru tríggjar stovur: Tvær barnagarðsstovur og ein vøggustova. Býlingshúsið millum Gilja er ætlað 53 børnum. Á stovninum starvast námsfrøðingar og hjálparfólk.

Barnagarðsstovan Látrið er ætlað 20 børnum
Barnagarðsstovan Rókin er ætlað 20 børnum
Vøggustovan Reiðri er ætlað 13 børnum

Vit hava gott uttandura umhvørvi. Í garðinum eru góðar umstøður at spæla, og til ber at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, starvsfólk og foreldur.

Endamálsorðing
Endamál stovnsins er at skapa trivnað fyri børn, foreldur og starvsfólk umframt at geva barninum møguleika at menna seg bæði sálarliga og kropsliga.

Fyri at røkka málinum hava starvsfólkini í felag orðað trý stevnumið, sum vit arbeiða miðvíst við: Aldurssvarandi avbjóðingar, skapandi uttandura lív og føroysk mentan.

Fyri hvørt øki sær verður ásett, hvørji mál eru fyri námsfrøðiliga arbeiðið, hvussu ætlanin er at arbeiða fyri at røkka málunum og at enda, hvussu hetta skal síggjast aftur.

Umframt at nýta stevnumiðini í arbeiðinum gerandis hava vit sjey menningarstig.

Børnini eru í miðdeplinum, og námsætlanin er eitt amboð at røkka málinum, sum er, at børnini fáa ein so góðan og stuttligan gerandisdag og góð barnaár, sum til ber.

Fyri okkum starvsfólk hevur tað størsta týdning, at vit eru tilvitað um okkara leiklut, tá ið vit eru saman við børnunum. At vit persónliga skapa eitt gott og vinarligt umhvørvi at læra og spæli í. Og at vit eru tilvitað um, at vit hava ábyrgdina av at hava eitt gott samband við øll børnini.

Fyri at gera okkara arbeiði sjónligt og fyri at gera okkara felags søgu ítøkiliga, nýta vit: Tekningar, myndir frá stovunum, myndir av felags túrum, sjónbandaupptøkur og heimasíðu. Harumframt skriva vit á kunningartalvuna í gongini. Hvørt barn hevur eina myndabók til myndir og tekningar.

Gerandisdagurin
Meira fæst at vita um gerandisdagin, stevnumið og námsætlan í teiginum 'faldari' her á síðuni.
Kunna teg nærri
Býlingshúsið millum Gilja
Millum Gilja 175
188 Hoyvík

Telefon: 30 22 22
Fartelefon: 27 25 45

T-postur: jonag@torshavn.fo
Netsíða: millumgilja.com

Leiðari: Jóna Guttesen
Upplatingartíð 7.30 -17.00

Telefon á stovum
Rókin/Látrið  25 08 41
Reiðrið          25 08 43