Býlinghúsið í Maritugøtu

Býlingshúsið læt upp í august 2004. Stovnurin er ætlaður 45 børnum.

Stovurnar eru
Haruurðin (vøggustova) hevur 13 børn í aldrinum 0-3 ár.

Smálambadalurin og Kettuvíkin (barnagarðsstovurnar) hava hvør 17 børn í aldrinum 3-7 ár.

Vit hava góðar karmar, har alt er nýtt, og vit liggja í einum friðarligum og tryggum umhvørvi. Vit ynskja at bjóða børnunum eitt trygt, hugnaligt og fakligt umhvørvi.

Námsfrøðiligur málsetningur
Vit vilja at foreldur skulu uppliva okkum sum eitt trygt, læruríkt og mennandi stað fyri teirra barn – eitt stað, har tey vera møtt av starvsfólkum og leiðslu í einum umhvørvi merkt av virðing, opinleika, áliti og góðum samskifti.

Námsfrøðiliga málið er at virka fyri, at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn – børn sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra teirra lív í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.

Vit vilja virka fyri, at møguleikarnir hjá tí einstaka barninum at mennast sálarliga og kropsliga eru so góðir sum møguligt. Vit hava tað fatan, at barnsins kropsliga, sosiala, sjálvstøðuga og kensluliga menning sínámillum ávirkar hvørja aðra. Tískil er námsfrøðin tillagað hesum. T.e. at vit hugsa í einari heild¬ar¬fatan av barninum og umhvørvinum, tað livir í.

Virðisgrundarlag
Saman hava vit arbeitt við einum virðisgrundarlagi fyri stovnin. Hetta fyri at kunna raðfesta, hvat vit halda hevur serligan týdning.
1. Tryggleiki
Vit leggja dent á tryggar fysiskar karmar úti og inni.

2. Trivnaður
Fyri at børn, foreldur og starvsfólk skulu trívast, mugu vit virða og viðurkenna hvønn einstakan. ..

3. Yrkisførleiki
Stovnurin leggur dent á, at starvsfólkið arbeiðir professionelt, og at starvsfólkið verður dagført innan tað námsfrøðiliga rákið. Les meira á maritugota.fo
Kunna teg nærri
Býlingshúsið í Maritugøtu
Maritugøta 60
188 Hoyvík

Telefon: 30 24 00
Fartelefon: 27 29 29

T-postur: maika@torshavn.fo
Netsíða: maritugota.fo

Leiðari: Maika L. Samuelsen
Upplatingartíð: 7:30-17:00

Telefon á stovum
Haruurðin                 25 06 80
Smálambadalurin     25 06 81
Kettuvíkin                 25 06 82

Faldari: Maritugøta