Býlingshúsið á Ternuryggi


Á stovninum eru 3 stovur: 2 barnagarðsstovur við 18 børnum í hvørjari og ein vøggustova við 12 børnum. 4 starvsfólk eru á hvørjari stovu.

Endamálsorðing

Í Býlingshúsinum á Ternuryggi er okkara mál, at arbeiða við hesum trimum hugtøkum: Trivnaður, mennandi avbjóðingar og foreldrasamstarv.

Vit virðismeta trivnaðin hjá børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum høgt, tí vit halda at trivnaður er grundarlagið undir allari menning. Trivnaður verður tí tikin við sum ein nattúrligur partur av okkara arbeiði og skal síggjast aftur í hesum. Vit skipa fyri tiltøkum, sum birta uppundir ein góðan trivnað, so sum fyrilestrar og onnur tiltøk fyri foreldur, børnum og starvsfólkum. Vit geva okkum stundir til at tosa við børnini um trivnað, so sum vinir, happing o.a.

Børnini fáa mennandi, aldurssvarandi avbjóðingar á stovninum. Støði verður tikið í einstaka barninum og tess førleika.Vit skipa fyri evnisvikum og fyri tiltøkum, har børnini sjálvi sleppa at vera við til at velja, hvat tey gera. Vit viðgera - saman við børnunum - samfelagslig og mentunarlig viðurskifti. Vit fara túrar í náttúruna.

Fyri at hava ein góðan stovn, har øll trívast, krevst eitt gott foreldrasamstarv. Vit halda, at skal barnið hava tað gott á stovninum, mugu foreldrini eisini trívast her. Somuleiðis halda vit, at skulu starvsfólkini gera eitt dygdargott arbeiði, krevst at viðurskiftini ímillum starvsfólk og foreldur eru góð. Tí leggja vit stóran dent á at taka væl ímóti børnum og foreldrum hvønn morgun. Vit skipa fyri tiltøkum, sosum foreldrakaffi og garðdegi. Og vit geva foreldrunum møguleika at hava ávirkan og innlit í arbeiðið á stovunum. Harafturat hava vit foreldraviðtalur eina ferð um árið, og annars eftir tørvi

Gerandisdagurin
Vit hava ein faldara, sum øll foreldur fáa, tá barnið byrjar á stovninum. Í hesum faldara ber til at lesa um øll viðkomandi viðurskifti viðvíkjandi gerandisdegnum á stovninum, praktisk viðurskifti, o.a.
Kunna teg nærri
Býlingshúsið á Ternuryggi
Turiðargøta 5a
100 Tórshavn

Telefon: 31 86 26
Fartelefon: 27 88 96

Teldupost: marjunjh@torshavn.fo
Netsíða: ternuryggur.fo

Leiðari: Marjun J. Hentze
Upplatingartíð: 7.30 - 17.00

Telefon á stovum
Skrivstovan - trýst 1
Blákollan - trýst 2
Smæran - trýst 3
Sóljan - trýst 4