Býlingshúsið undir Brúnni


Í løtuni starvast 12 fólk á stovninum, harav 2 teirra eru í farloyvi.

Endamálsorðing
Endamálið er at skapa ein gerandisdag, har vit øll - børn, foreldur og starvsfólk - trívast og mennast. Vit vilja skapa eitt gott umhvørvi , har vit leggja dent á tryggleika og ymiskleika hjá tí einstaka. Vit vilja skapa eitt stað, har børnini brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspæli við onnur.

Gerandisdagurin
Børnini eiga at hava skiftiklæðir við til hvønn dag, umframt klæðir eftir veðrinum, so sum kavadrakt og regnklæðir. Øll klæðir eiga at vera greitt merkt við navninum hjá barninum.

Vit eta matpakka hvønn dag, um ikki onnur avtala er gjørd. Stovnurin bjóðar ein góðan millummála hvønn dag - og mjólk afturvið.

Vit hava ikki umstøður at taka ímóti sjúkum børnum, og vit geva vanliga ikki heilivág. Undantøk kunnu tó gerast í serligum førum. Børnini í vøggustovuni fáa blæur frá stovninum.

Vit leggja dent á at hava eitt gott og opið samstarv millum foreldur og stovn. Um okkurt er, sum foreldrini ikki eru trygg ella nøgd við á stovninum, er trupult hjá barninum at trívast. Tí er tað sera týdningarmikið, at foreldrini kenna, at tey kunnu tosa um trupulleikar við rætta viðkomandi. Vit vilja gera okkara fyri at loysa trupulleikar.
Kunning/Spurningar
Býlingshúsið undir Brúnni
Smærugøta 9b
100 Tórshavn

Telefon: 30 22 45
Fartelefon: 51 04 90

T-postur: u-brunni@torshavn.fo
Netsíða: undirbrunni.fo

Leiðari
: Eyð Skúvadal
Upplatingartíð  7:30 - 17:00