Býlingshúsið undir Fjalli

Á stovninum eru vøggustova og barnagarðsstova. Vit leggja stóran dent á, at barnið fær eina góða byrjan á stovninum. Hetta hevur stóran týdning, soleiðis at barnið kennir seg trygt her hjá okkum. Foreldur ella avvarðandi eru tí vælkomin at vera á stovninum saman við barninum ta fyrstu tíðina.

Endamálsorðing
Pedagogiskur málsetningur fyri Býlingshúsið undir Fjalli: Vit leggja dent á at skapa ein stovn har øll trívast, børn, foreldur og starvsfólk.Vit vita at menniskju eru ymisk og hava ymiskar tørvir. Tí taka vit støði í tí einstaka barninum. At geva børnunum umstøður og rúm at menna seg kropsliga og sálarliga. At menna og menta børnini, geva teimum upplivingar og avbjóðingar.

Okkara mál sum starvsfólk er at skapa : Rúm og møguleikar fyri menning, spæli, og læru, á stovninum og úti í náttúruni. At geva børnunum mentunarligar, skapandi upplivingar í einum gerandisdegi við sjónligum karmum og nærverandi starvsfólki. Børnini í Býlingshúsinum undir Fjalli skulu uppliva, at tann vaksni er umsorganarfullur og rúmar barninum og gevur hvørjum einstøkum barni pláss.

Í einum ekkaleysum gerandisdegi skulu børnini hava møguleika at mennast gjøgnum spæl og samspæl við onnur, hava møguleika at vera skapandi og hava loyvi at brúka hugflogið.

Virðisgrundarlag
At skapa eitt umhvørvi merkt av umsorgan og tryggleika, har ymiskleikin hjá børnunum verður virdur
At taka støði í møguleikum og tilfeinginum hjá børnunum, sum besta grundstøðið undir menning
At stuðla uppundir forvitnið og ríkidømið uppá hugskot og kreativitet, so børnini fáa hug til lívið og hug at læra
At taka børnini við í demokratisku gongdirnar og avgerðirnar, so tey læra at taka á seg ábyrgd av felagsskapinum og sær sjálvum – við støði í teirra fortreytum.

Gerandisdagurin

Tað er av sera stórum týdningi fyri allar partar, og sjálvandi serliga fyri barnið, at tað fær eina góða byrjan uppá dagin. Hetta gera vit best við at samstarva, soleiðis at foreldur og starvsfólk saman finna fram til ein máta at siga farvæl um morgunin, sum hóskar best til tykkara barn.

Tað er týdningarmikið, at barnið verður latið einum vaksnum og fær at vita, ella veit, at meðan mamma og babba eru til arbeiðis, ansa starvsfólkini eftir mær. Tað er gott at geva sær góða tíð um morgunin. Tað skapar tryggleika fyri barnið.

Vegna arbeiðsgongdina á stovninum skulu børnini vera her áðrenn kl. 9.30, um annað ikki er avtalað. Ringið til okkara, um barnið hevur frí ella er sjúkt.

Vit taka ikki ímóti sjúkum børnum. Hevur barnið onkra barnasjúku, eigur starvsfólkið at fáa boð um hetta. Somuleiðis, um barnið hevur okkurt smittandi, so sum barnasár, lús, eygnabruna, munnbruna, orm ella annað. Tá skal barnið ikki koma á stovnin, áðrenn tað er sett í viðgerð. Vit hava ikki loyvi at geva børnum heilivág.

Stovnurin bjóðar mjólk, frukt um morgunin og millummála. Børnini hava matpakka við, sum tey eta umleið klokkan 11.30. Millummáli er umleið klokkan 14.30 (frukt, suppa, bakstur, salat, greytur, o.a.). Lesið á talvuni ella á telduni, sum eru í gongini. Fríggjamorgnar bjóðar stovnurin morgunmat frá kl. 7.30 til 8.45.

Børnini skulu ikki hava góðgæti við. Undantak er tó, um tey halda føðingardag ella okkurt sermerkt er.

Børnini skulu hava skiftiklæðir liggjandi á stovninum. Tey mugu eisini hava heit klæði at spæla úti í - sosum kavadrakt, regnklæði, gummistivlar, húgvu, vøttir og inniskógvar. Navn skal vera í klæðunum. Um barnið hevur sínar egnu leikur við, hevur starvsfólkið ikki ábyrgd av teimum. Barnagarðsbørn hava sjálvi blæur við.
Kunning/Spurningar
Býlingshúsið undir Fjalli
Fjalsgøta 25
100 Tórshavn

Telefon: 31 85 25
Fartelefon: 72 22 12

T-postur:
buf@torshavn.fo
Netsíða: undirfjalli.123hjemmeside.dk

Leiðari: Anna Dalsgaard
Upplatingartíðir: 7.30 til 17.00

Telefon á stovum
Gráasteinsstova: 25 08 05
Vesturstova: 25 08 06
Fjalsstova: 25 08 07