Dagstovnurin í Hoyvík

Dagstovnurin í Hoyvík stendur skamt frá kirkjuni og skúlanum. Vit eru eisini grannar hjá Hoyvíkshaganum og nýggju býlingunum. Tá stovnurin varð bygdur, varð dentur lagdur á, at tey 4 frumevnini skuldu vera til staðar – nevniliga jørð, vatn, luft og eldur. Har skuldi vera tætt samband millum úti- og innirúmið.

Vit hava ein stóran og deiligan garð, sum er eitt náttúruspælipláss við alskyns møguleikum, har børnini fáa eitt ótal av avbjóðingum og upplivingum. Vit hava bálpláss, eina á, sum rennur ígjøgnum garðin, gott og mennandi hagaøki og góðar møguleikar at klintra. Harumframt hava vit sandkassar, reiggjur o.a.

Inni á stovninum eru hugnaligar ljósar stovur og 2 stór felagsrúm og góðir møguleikar at spæla, mála, svansa við vatni, klintra o.a.

Stovnurin er býttur sundur í 3 hús: Reyða, Grøna og Bláa hús. Í Reyða húsi er ein vøggustova við 10 børnum í aldrinum 0-3 ár og ein barnagarðsstova við 17 børnum í aldrinum 3-5 ár.  Í Grøna húsi er ein vøggustova við 10 børnum í aldrinum 0-3 ár og ein barnagarðsstova við 17 børnum í aldrinum 6-7 ár. Í Bláa húsi er ein vøggustova við 10 børnum í aldrinum 0-3 ár og ein barnagarðsstova við 17 børnum í aldrinum 3-5 ár.

Í løtuni ganga 83 børn á stovninum, og her starvast 13 pedagogar og 12 hjálparfólk.

Endamálsorðing
 
At gott samskifti og samstarv er ímillum børn, foreldur, starvsfólk og ímillum stovurnar á stovninum.

At støði verður tikið í tí einstaka barninum.

At stimbra sjálvsvirði og sjálvsálitið hjá barninum, so barnið gerst sjálvstøðugt.

At stimbra tann sosiala førleikan hjá barninum, so at barnið kann hava viðurskifti við onnur børn og vaksin og á henda hátt menna sínar førleikar.

At stimbra málsligu førleikarnar, hugflogið og skapanarevnini hjá barninum.

At vit sum starvsfólk eru við til at skapa eitt mennandi umhvørvi, við at vera forvitin, undangongufólk, síggja avbjóðingar í tí, sum vit hava, og tí sum børnini vísa áhuga fyri.

At geva barninum loyvi og stundir at hugsa djúpt, so tað kann læra at hava bindindi.

At vit sum starvsfólk geva okkum tíð at grunda yvir okkara arbeiði

Vit ynskja saman við børnum og foreldrum at gera stovnin til eitt avbjóðandi, mennandi og gott stað, har trivnaðurin er í hásæti.

Gerandisdagurin
Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti barninum hvønn dag, soleiðis at tit foreldur merkja, at her er trygt og gott at vera hjá barninum. Tað er somuleiðis sera umráðandi fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga farvæl við barnið.

Virksemið á stovninum byrjar kl. 09.30. Tað hevur stóran týdning, at barnið er komið innan kl. 09.30.

Stovnurin bjóðar teimum børnum morgunmat, sum ikki hava etið heima. Børnini hava matpakka við hvønn dag. Í vetrarhálvuni, frá september til apríl, fáa børnini døgurða hvønn hósdag. Øll børn fáa mjólk og millummála hvønn dag. Í stovuni hongur ein listi yvir, hvat tey fáa til millummála. Annanhvønn fríggjamorgun er felags morgunmatur til børn og starvsfólk.

Stovurnar skiftast um at hava ymisk ítriv í Stórustovu og Tríkantinum. Tað kann t.d. vera fimleikur, ymisk sangspøl, at mála o.a. Í gongini á hvørjari stovu er ein talva/dagbók, har vit hvønn dag skriva nakað av tí sum vit hava gjørt um dagin. Eisini verður talvan nýtt til ymisk boð.

Við okkara skiftandi veðurlagi, mugu børnini hava góð og heit klæði at spæla úti í. Tað hevur stóran týdning, at børnini hava skiftiklæði, tá roknast kann við onkrum karmi. Navn má vera í øllum klæðum. Hyggið sjálv eftir, um klæði mangla í skiftikassanum. Tey børn, ið brúka blæur, fáa tær frá stovninum.

Um barn tykkara er sjúkt, vinarliga sigið frá á stovuni. Vit taka ikki ímóti sjúkum ella smittuberandi børnum við t.d. fepri, spýggju, diarré, lús, barnasári, eygnabruna o.ø. Heldur ikki ber til hjá starvsfólkum at sita inni við einum barni, ið er sjúkt.

Árligi foreldrafundurin er um heystið. Foreldraviðtalurnar hjá hvørjari stovu eru um várið. Vit eru altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit hava eitthvørt upp á hjarta.

Vit leggja stóran dent á at hava gott foreldrasamstarv, t.d. við foreldrakaffi, jólahugna, garðsdegi o.ø.

Vit hava ymiskar siðir so sum jólahald, føstulávint, garðsdag, Sirkus Hoyvík, evnisdagar o.a. Vit halda tað vera týdningarmikið, at tiltøk ganga aftur, og at børnini kenna og kunnu gleða seg til hesi.
Kunning/Spurningar
Dagstovnurin í Hoyvík
Vegurin Langi 17
188 Hoyvík

Tel. 31 74 52
Fartel.  21 73 18

T-postur: dag-hoy@torshavn.fo
Netsíða:dagstovnurinihoyvik.fo

Leiðari: Claus Rasmussen
Upplatingartíð: 07.30-17.00


Stova telefon

Leiðarin                        21 73 18
Húsavørðurin               25 07 84
Bláa vøggustova          25 07 85
Blái barnagarður          25 07 86
Grøna vøggustova       25 07 75
Grøni barnagarður       25 07 91
Reyða vøggustova       25 07 73
Reyði barnagarður       25 07 74
Skúlabólkurin               25 07 76