Dagstovnurin við Løgmannabreyt

Stovnurin lat upp 1. apríl 2003. Vit hava tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Í løtuni ganga 65 børn á stovninum og her starvast 7 pedagogar og 10 hjálparfólk.  

Stovurnar hava allar nøvn úr havinum: Aldan, Glaðan, Bylgjan og Báran. Stovurnar hava hvør sína inngongd við vátrúmi, klædnarúmum og WC. Til hvørja stovu hoyrir eitt spælirúm. Umframt hetta er eitt felagsrúm, sum kallast Mølin.

Vit hava ein deiligan garð, og økið kring barnagarðin er eitt stórt náttúruspælipláss við nógvum møguleikum, har børnini fáa eitt ótal av upplivingum og avbjóðingum. Vit hava eina lítla á, sum børnunum dámar væl at spæla í, og hiinumegin ánnað er ein brúgv yvir til eitt spælihús.

Endamálsorðing
Saman við foreldrum og børnum vilja vit gera stovnin til eitt gott stað at vera. Her skal vera góður trivnaður, og góð viðurskifti millum børnini eins og millum børn og starvsfólk. Somuleiðis skal her vera góður felagsskapur, og eitt kreativt umhvørvi, har børnini mennast.

Gerandisdagurin
Vit leggja dent á góða mótøku av barninum, tí hetta hevur stóran týdning fyri at fáa eina góðan byrjan upp á dagin, eitt starvsfólk letur upp á hvørjari stovu, kl. 9.30 hava vit samling og eta frukt og dagsins virksemi byrjar, tí er tað týdningarmikið at tit eru her við barninum áðrenn 9.30

Um barn tykkar er sjúkt, vinarliga sigið frá á stovuni. Sjúk ella smittuberandi børn við t.d. fepri, diarré, spýggju, lús, eygnabruna o.ø. skulu verða heima. Heldur ikki ber til hjá starvsfólkum at sita inni við einum barni, ið er sjúkt.
Um barnið verður sjúkt á stovninum, ella um okkurt serligt er áfatt, seta vit okkum í samband við tykkum

Vit leggja stóran dent á at hava gott eitt gott foreldrasamstarv. Til dømis hava vit av og á foreldrakaffi á stovunum. Tit er annars altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt lítið prát.

Árligi foreldrafundurin er um heystið, umframt hevur hvør stova foreldraviðtalur,annars er altíð møguleiki fyri at biðja um eina samrøðu eftir tørvi.Starvsfólkið á stovninum hevur tagnarskyldu.

Serstakir dagar
Tann 01.apríl hevur stovnurin føðingardag, hendan dagin halda vit saman við børnunum, eisini hava vit foreldrakaffi, onnur tiltøk eru ; foreldrafundir, viðtalur, garðdagur, foreldrakaffi og jólahugni til jólar.

Stovnurin hevur árliga stongt hesar dagar:
Skírhósdag,langa fríggjadag, 2. Páskadag, Flaggdagin, Dýra biðidag, Kristihimmalsferðardag, 2. hvítusunnudag, Grundlógardagin 5. juni frá kl. 12.00, Jólaaftan, 1. og 2. jóladag, nýggjársaftan og nýggjársdag. Umframt hesar dagar hava vit stongt 3 vikur í juli.

Tórshavnar kommuna gevur teimum børnum, ið hava tørv á tí, eitt ansingartilboð hesa tiðina,ein stovnur í økinum er opin, um tørvur er á tí. Um jóltíðir hava vit stongt allar gerandisdagar millum jól og nýggjár.

Árliga hevur stovnurin 2 ráðleggingardagar, har pedagogiskt arbeiði verður lagt til rættis, og hesar dagar tekur stovnurin ikki móti børnum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kunna teg nærri
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Løgmannabreyt 73
188 Hoyvík   

Tel. 302300
Fartel. 219105

Teldupost sofian@torshavn.fo
Netsíða logmannabreyt.fo

Leiðari: Sofía Nattestad
Upplatingartíð: 07.30-17.00


Telefon stovur
Aldan 250768
Glaðan 250761
Bylgjan 250764
Báran   250770