Drotning Ingridar barnagarður

Dr. Ingridar Barnagarður - sum hann er nevndur í dagligari talu - heldur til í einum bygningi, sum kennist heimligur og fjálgur. Vit hava eina stóra vøggustovu við 16 børnum, ið eitur Bólið, eina barnagarðsstovu við 20 børnum, sum eitur Reiðrið og síðani Látrið, ið er ein stova við teimum 6 ára gomlu. Her starvast 13 starvsfólk, harav eru 6 námsfrøðingar og 7 hjálparfólk, sum øll eru dugnalig og fitt. Garðurin uttanum er ikki so stórur, men hugnaligur, og tískil fara vit eisini nógv út úr húsinum, t.d. út í Sandágerð og aðra staðni í náttúruna. Vit leita okkum eisini til tey ítrivsøkir, sum eru í nærumhvørvinum, millum annað økið á Frælsinum, á Glaðsheyggi og í Grasagarði. Harumframt gera vit fimleik eina ferð um vikuna á Stórheyggi, og luttaka í teim tiltøkum, sum annars eru.

Endamálsorðan
Sum navnið sigur, virka vit á einum kristnum støði. Dentur verður lagdur á at virða tað einstaka barnið og eginleikar tess. Virkað verður fyri trivnaðinum hjá barninum, so tað mennist bæði likamliga og sálarliga, og somuleiðis verður barnið stuðlað til at menna sjálvsálit, sjálvsvirðing og virðing fyri øðrum. Vit læra børnini góða, føroyska siðmenning.

Gerandisdagurin

Børnini skulu hava við sær matpakka við navni á. Mjólk og frukt fáa tey á stovninum. Útiklæðir og skiftiklæðir við navni í, skulu altíð vera á stovninum.

Børnini mugu ikki koma sjúk til okkara, og halda børnini frí, ella koma seinni enn vanligt ein dag, verða tit vinarliga biðin um at ringja og siga okkum frá. Barnagarðsbørnini eiga at siga frá áðrenn kl.9.30, sum er tíðin, tá børnini vanliga eiga at møta.

Børnini skulu latast til ein av teim vaksnu, tá tey koma og verður barnið heintað av øðrum, enn teim vanligu, skal sigast frá, hvør kemur eftir barninum. Minnist til at siga farvæl, tá farið verður heim.

Stovnurin tekur ikki ábyrgd av leikum, sum børnini hava við sær á stovnin.

Vit hava skúlabólk 3 dagar um vikuna har hesi børn fáa onnur tilboð, m.a. verður arbeitt við serligum uppgávun, sum fyrireiking til skúlagongdina. Skipa verður m. a. fyri serligum túrun og vitjanum á Almennum stovnum.
Kunning/Spurningar
Dr. Ingridar M. barnagarður
J. Paturssonargøta 13
100 Tórshavn

Telefon: 31 22 53
Fartelefon: 21 22 53

T-postur: drim@olivant.fo

Leiðari: Mary Ann Iversen
Upplatingartíð: Kl. 7.30 - Kl. 17.00

Telefon á stovum
Vøggustovan
Bólið 26 39 86

Barnagarðsstovan
Reiðrið 26 39 87

Børn 6 ár
Látrið 26 39 85