Dagstovnurin Lítliskógur

Á stovninum eru tríggjar barnagarðsstovur við 17 børnum. Tvær vøggustovur við 12 børnum, og ein stova við 6 ára gomlum børnum - í løtuni ganga 23 børn á hesi stovuni. Lítliskógur liggur á fríøki, tætt við lítla viðarlund, fótbóltsvøll, fjørðin, miðbýin, Hoyvíkstjørn og Skansan. Rundanum stovnin er eisini eitt gott og avbjóðandi spæliøki. Stovnurin lat upp 01.02.1990. 
 

Stovnurin er býttur upp í seks stovur: Vættralund uttara (barnagarðsstova),  Vættralund innara(barnagarðsstova), Eikilund (vøggustova), Eikilund (barnagarður), Álvalund (vøggustova) og  Álvalund (barnagarður)

Endamálsorðing
Samstarv: samstarv millum starvsfólk, foreldrasamstarv og samstarv millum stovurnar.
Børn og foreldur fáa eina góða byrjan: Tey verða boðin at vitja, áðrenn barnið byrjar. Barnið hevur tilknýti til eitt starvsfólk. Støði verðir tikið í einstaka barninum: Tryggar og mennandi karmar, sum styrkja sjálvskensluna. Førleikarnir hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum skulu eisini mennast. Vit syrgja fyri eftirútbúgving fyri námsfrøðingar; skeiðvirksemi, fundir og ráðleggingardagar.

Gerandisdagurin
Starvsfólkið leggur stóran dent á at taka væl ímóti barninum hvønn dag, soleiðis at tit merkja, at tað er í góðum hondum. Tað er somuleiðis sera umráðandi fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga farvæl við barnið. Virksemið, bæði tað ætlaða og tað "spontana" byrjar kl. 09.30. Tað hevur tí stóran týdning, at barnið er komið áðrenn kl. 09.30.


Við okkara skiftandi veðurlagi, skal barnið hvønn dag hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við. Eitt eyka sett av klæðum skal liggja í kassanum. Navn eigur at vera í øllum klæðunum. Hyggið sjálvi eftir, um klæði mangla í kassanum.

Øll børnini fáa mjólk og millummála, harumframt er døgurði hvønn mikudag. Børnini í vøggustovunum fáa blæur. Um børnini hava leikur við heimanífrá, er hetta foreldranna ábyrgd.

Um barn tykkar er sjúkt, vinarliga sigið frá á stovuni. Sjúk ella smittuberandi børn við t.d. fepri, diarré, spýggju, lús, eygnabruna o.ø. skulu verða heima. Heldur ikki ber til hjá starvsfólkum at sita inni við einum barni, ið er sjúkt.

Árligi foreldrafundurin er um heystið, og eina ferð um árið hevur hvør stova sær foreldraviðtalu. Annars eru vit altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit hava eitthvørt upp á hjartað, og somuleiðis siga vit frá.

Stórur dentur verður lagdur á at hava gott foreldrasamstarv. Til dømis hava vit av og á foreldrakaffi á stovunum. Tit er annars altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt lítið prát. Starvsfólkið á stovninum hevur tagnarskyldu.

Siðir: Jólahald, Føstulávint, føðingardagur hjá Lítlaskógi 1. februar, Sól og summar/garðdagur

 

Kunning/Spurningar
Dagstovnurin Lítliskógur
Djóna í Geil gøta 51
100 Tórshavn

Tel. 30 22 80
Fartel. 22 54 04

T-postur: janae@torshavn.fo
Netsíða: litliskogur.fo

Leiðari: Jana Egholm
Upplatingartíðir: 7.30 - 17.00

Telefon stovur
Vættralund uttara   78 70 61
Vættralund innara  78 70 62
Eikilund uttara        78 70 63
Eikilund innara       78 70 64
Álvalund BG           78 70 65
6 ára stovan           78 70 67
Skrivstovan            30 22 80


Faldari
Litliskogur_faldari.pdf