Stella Maris vøggustova

Á stovninum eru fýra stovur. Tær eru Blákollan við 11 børnum, Summardáin við 11 børnum, Smærustova við 11 børnum og Sólareyga við 10 børnum. 20 starvsfólk eru knýtt at stovninum.

Umhvørvið rundan um stovnin er býtt upp í: Ovara garð, har tað er slættlendi, sum mest verður brúktur til súkling og sandkassaspøl. Í Niðaragarð, har tað er bøur og gongugøtur. Eisini eru undanbrekkur og slætt, har ið lítla viðalundin hjá okkum ” Leikalund” er. Har er bæði nógvur trævøkstur, ein sandkassi, skreiðibanar o.t.

Skjótt er at koma oman í Vágsbotn og síggja skip og bátar. Somuleiðis er skjótt at ganga yvir í Viðarlundina, niðan í Gundadal og yvir til traðirnar vestan fyri Dalavegin.

Endamálsorðing

Vitandi at aldursbólkurin 0-3 ár upplivir stórar og skjótar broytingar í teirra menning, tað verið seg likamliga, málsliga og andliga, vilja vit geva teimum møguleikar og avbjóðingar í okkara umhvørvi og undir tryggum karmum.

Vit vilja skapa eitt gott arbeiðspláss og eitt gott samstarv millum starvsfelagarnar. Vit ynskja eitt gott og gevandi samband/samstarv við foreldur og familju hjá barninum. Barn tykkara fær møguleikan at knýta síni fyrstu vinarbond við onnur børn, samstundis sum tað lærir og kann gleðast yvir at vera saman við nógvum øðrum børnum.

Starvsfólkini hava vitan um og innlit í uppaling og menning av børnum. À vøggustovuni er ein samanseting av starvsfólkum við útbúgving, við nógvum royndum, yngri og tilkomnum fólki.

Gerandisdagurin
Barnið skal vera í Vøggustovuni í seinasta lagi kl 9.30. Um ikki ber til at vera til tíðina, ella um barnið er heima av einari ella aðrari orsøk, vilja vit fegin hava tað at vita.

Børnini fáa heitan mat 4 dagar um vikuna, mikudag skulu tey hava matpakka við. Annars fáa tey frukt um morgunin og millummála seinna part.

Børnini skulu hava heit klæðir at verða úti í, regnklæði, gummistyvlar, hosur og húgvu. Harafturat skulu tey hava skiftiklæði og eyka undirklæðir. Minnist til at seta navn ella frámerki í klæðini.

Børn kunna ikki koma sjúk í Vøggustovuna.Vit geva heldur ikki heilivág, sum lækni hevur útflýggjð til barnið.

Kunning/Spurningar
Stella Maris Vøggustova
Varðagøta 11
100 Tórshavn

Telefon: 31 28 53
Fartelefon: 21 28 53

T-postur: kristinae@torshavn.fo

Leiðari: Kristina Eldevig
Upplatingartíð: 7.30 - 17.00

Telefon á stovum
Smærustova: 25 62 68
Sólareyga: 25 06 64
Summardáin: 25 07 03
Blákollan: 25 08 01