Eldraøkið

Á hesari síðuni finnur tú upplýsingar um ymisk tilboð og møguleikar hjá teimum eldru í høvuðsstaðarkommununi. Her eru t.d. upplýsingar um eldraráðið og um eldrahús, har pensjónistar koma saman.

Her verður eisini greitt frá heimavitjanartænastuni, sum kommunan bjóðar borgarum eldri enn 75 ár, og hvørji tilboð eru til minnisveik. Eisini er kunning um pensjónir, hvíldarheim, eldrasambýli, umlætting og ellis- og røktarheim.