Dagstovnurin í Øksnagerði


Á stovninum eru 4 stovur. Hesar eru: Lonin, barnagarðsstova við uml. 20 børnum í 5-7 ára aldri. Fjósið, barnagarðsstova við uml. 20 børnum í 3-4 ára aldri. Tippið, vøggustova við 12 børnum í 0-3 ár. Bólið, serstova við uml. 9 børnum í aldrin um 3-7 ár. Í alt eru tað 26 starvsfólk knýtt at stovninum.

Endamálsorðing
Starvsfólkini hava í felag valt tríggir málsetningar, sum vit vilja arbeiða miðvíst við. Hesir eru:

At varðveita og menna foreldrasamstarvið og samstarvið á stovninum. Hetta inniber millum annað: Felags virksemi millum starvsfólk, foreldur og børn. Felags virksemi millum børn á stovninum. Hækka fakliga støðið millum starvsfólkið.

At varðveita og styrkja sjálvsvirðingina hjá barninum. Hetta inniber millum annað: Arbeiða við viðurkennandi pædagogikki. At børnini fáa hóskandi avbjóðingar.

At varðveita og styrkja tann sosiala førleikan hjá børnunum. Hetta inniber millum annað; at stuðla børnunum í at hjálpa hvørjum øðrum. At skapa eitt jaligt umhvørvi, har barni kennir seg at hoyra til bólkin/stovnin/stovuna. At geva rúm fyri ymiskleika. At stuðla børnunum í at knýta vinarbond. Mál fyri framman.

Okkara menningarætlan fatar um hesi øki: Persónlig menning, sosialir førleikar, málslig menning, náttúra, mentan, kroppur og rørsla.

Gerandisdagurin
Hvønn dag frá kl. 7.30-8.30 hittast vit í felagsrúminum – Rættini, har vit hava frugt á borðinum.

Í gongini á hvørjari stovu er ein talva / dagbók, har vit hvønn dag skriva nakað av tí sum vit hava gjørt tann dagin. Eisini verður talvan nýtt til ymisk boð.

Bólið, serstovan á stovninum, er ætlað børnum við serligum tørvi, sum hava ávísar kontakt- og/ella samskiftistrupulleikar, tørv á einum forútsigiligum gerandisdegi í einum skipaðum umhvørvi, tørv á miðvísari mál- og samskiftisstimbran, tørv á at royna seg í samspæl við onnur børn - í tann mun, tey megna. Stovan er normerað til 9 børn í aldrinum 3-7 ár.

Vit hava arbeitt við at skapa ymiskar siðir og tiltøk. Vit meta tað vera týdningarmikið, at tiltøk ganga aftur, og at børnini kenna og kunnu gleða seg til hesi. Flestu tiltøkini eru knýtt at høgtíðunum. Móti sumri fer stovnurin eina felags útferð, har vit stuttleika okkum saman ein heilan dag.

Serstakir dagar
Tann 3. september hevur stovnurin føðingardag, og hendan dagin halda vit saman við børnunum. Eisini eru onnur tiltøk so sum foreldrafundir og viðtalur, og á stovunum er t.d. foreldrakaffi og jólahugni til jólar.

Stovnurin hevur árliga stongt hesar dagar: Skírhósdag, langa fríggjadag, 2. Páskadag, Flaggdagin, Dýra biðidag, Kristihimmalsferðardag, 2. hvítusunnudag, Grundlógardagin 5. juni frá kl. 12.00, Jólaaftan, 1. og 2. jóladag, nýggjársaftan og nýggjársdag. Umframt hesar dagar hava vit stongt 3 vikur um summari, í viku 29, 30 og 31.

Tórshavnar kommuna gevur teimum børnum, ið hava tørv á tí, eitt ansingartilboð hesa tiðina. Minst ein dagstovnur í økinum er opin, um tørvur er á tí. Um jóltíðir hava vit stongt allar gerandisdagar millum jól og nýggjár.

Árliga hevur stovnurin 2 ráðleggingardagar, har pedagogiskt arbeiði verður lagt til rættis, og hesar dagar tekur stovnurin ikki móti børnum.

 

 

 

 

 

Kunning/spurningar
Dagstovnurin í Øksnagerði
Øksnagerði 1
100 Tórshavn

Tel. 30 22 60
Fartel. 21 99 59

T-postur: soleydh@torshavn.fo
Netsíða: oksnagerdi.fo

Leiðari: Sóleyð Í. Hermansen
Upplatingartíðir: frá kl. 7.30-17.00

Tel stovur:
Lonin 25 08 61
Fjósið 25 08 62
Tippið 25 08 64
Bólið 25 08 68