Býlingshúsið á Norðasta Horni


Endamálsorðing fyri stovnin
Sum grundarlag, ganga vit út frá tí, sum stendur í dagstovnalógini §2.
Tað, sum vit hava valt at leggja dent á, er:
-at alt barnið mennist, bæði sálarliga og kropsliga.
-at tað er pláss fyri, at síggja og menna, tað einstaka barnið.
-at vit í arbeiðinum, brúka okkara søgu- og sangmentan, og
-at náttúran er eitt tað besta amboð til at náa hesum málum.

Pedagogiskt mál

- lurta eftir barninum.
- geva barninum avbjóðingar, ið hóska til menningarstøðið.
- virða barnið sum eitt javnstøðugt menniskja.
- menna sjálvsvirðið og at verða sjálvstøðugt.
- læra barnið at vera millum onnur, og í størri bólkum.
- møta og vera saman við fremmandum.
- arbeiða við og uttan rósi.
- gera eina uppgávu lidna.
- læra barnið at siga hvat tað meinar/ætlar/ynskir.
- læra barnið at ”eg kann”.
- kenna náttúruna.
- kenna samfelagið.
- kenna okkara søgu.

Fyri at náa hesum málum, er neyðugt

at børn, foreldur og starvsfólk trívast.
at dagligdagurin er merktur av at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, ið verða tillagaðar tí einstaka barninum.
at gott samstarv er millum stovn og foreldur. Við t.d. foreldrahugna, foreldrakaffi, foreldrafundum og at tað er eitt foreldraráð.
at fysisku karmarnir, bæði garður, hús, innbúgv og tilfar er í lagið.
at starvsfólkini fáa møguleikar, at menna seg á skeiðum o.ø.
at leiðsla syrgir fyri,at omanfyri nevnda er í lagið.
Kunning/Spurningar
Býlingshúsið á Norðasta Horni
Granagøta 5
100 Tórshavn

Telefon: 30 22 00
Fartelefon: 21 09 06

T-postur: no-ho@torshavn.fo
Netsíða: 123hjemmeside.dk/nordastahorn

Leiðari: Óli Midjord
Upplatingartíðir: 7.30 - 17.00

Telefon á stovum
Hornastova tel. 210530
Niðristova tel. 210531
Uppistova tel. 210532