DAGSTOVNURIN Á ARGJUM
 
Á dagstovninum eru seks stovur. Stovurnar eita Smæran, Summardáin, Sóljan, Blákollan, Børkuvísa og Akkuleya. Tað starvast 20 fólk á stovninum. Nøkur teirra starvast niðursetta tíð.

Endamál
Endamálið við pedagogikkinum á stovninum er, at børnini menna sjálvsvirðið og sjálvsálitið, so at tey harvið gerast sjálvstøðug.
Børnini skulu menna tann sosiala førleikan, so tey kunnu hava relatiónir til onnur børn og vaksin og á henda hátt menna hinar førleikarnar.
Børnini skulu menna málsligu førleikarnar, hugflogið og kreativu evnini.
Tey skulu varðveita forvitnið og hugin til at læra, og sum glað børn fara úr stovninum við lívsmóti.

Starvsfólkini
Hava faklig vitan og pedagogisk áskoðan, sum kann nýtast í dagligum arbeiði.
Duga at eftirmeta arbeiði.
Taka initiativ og fáa námsætlanina at virka.
Arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd.
Hava góð samstarvsevnir.
Og Mynda sum heild tolsemi, trúskap, opinleika, ábyrgd og virðing.

Foreldrasamstarv
Foreldrini hava ábyrgdina av barnauppalingini, og tí er gott foreldrasamstarv av stórum týdningi.
Vit mugu ongantíð taka ábyrgdina frá foreldrunum, men altíð menna tey í tí ábyrgd, tey hava. Foreldraábyrgdin skal verða eitt sterkt og berandi lið.
Foreldur skulu til eina og hvørja tíð verða spyrjandi og áhugaði.
Endamálið við samstarvinum millum foreldrini og okkum  skal vera, at vit gerast klókari uppá okkum sjálvi og foreldrini.

Hvat kunnu foreldur vænta av stovninum?
At stovnurin hevur ein pedagogik, sum er sjónligur í skrift og gerðum.
At starvsfólkið hevur eina góða fakliga vitan.
At starvsfólkið er umhugsi.
At børnini sleppa at spæla seg til menning.
At tað er samstarv millum foreldur og starvsfólk um uppalingina.
At starvsfólkið kann leiðbeina og samstarva við foreldrini.

Kunning/Spurningar
Dagstovnurin á Argjum
Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo
Netsíða: dagstovnurin.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00