heildarætlan fyri miðbýin 2006

Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú í eitt tíðarskeið arbeitt við eini heildarætlan fyri miðbýin, har handilslív, parkeringsviðurskifti, trivnaður, grønt umhvørvi og býarlív fella saman.

Dr. Jakobsens gøta / Sverrisgøta - handilsgøta
Um hugt verður eftir, hvussu nógvir handlar eru fram við Dr. Jakobsens gøtu/Sverrisgøtu og teimum síðuliggjandi gøtunum, eru tað munandi fleiri enn á Niels Finsens gøtu. Tí er tað nærliggjandi at Dr. Jakobsens gøta/Sverrisgøta verða til handilsgøtu.

Ætlanin er, at Niels Finsensgøta varðveitir sín leiklut í miðbýnum. Gøtan verður ein miðstaðargøta, við ymiskum virksemi, ið liggur sera væl báðu megin Steinatúni. Samstundis er hon bindiliðið til Tinghúsvegin.

Tinghúsvegurin - partur av miðbýarlund
Ætlanin er eisini at broyta Tinghúsvegin, soleiðis at Tinghúsvegurin við urtagørðum verður ein miðbýarlund við grønum umhvørvi, torgum og/ella møguligum spæliplássi.

Vegurin verður broyttur soleiðis, at hann broytir skap, har hann fer gjøgnum torg og urtagarðar. Bert ferðsla við ørindum fer niðan eftir Tinghúsvegnum. Harafturat er ætlanin at gera ein gonguteig inni frá vegnum. Samstundis verður skipað fyri meira hóskandi viðurskiftum í sambandi við atkomu til umbygda Løgtingshúsið.

Tórsgøta -– mentanargøta
Býráðið hevur tilnevnt Tórsgøtu til mentanargøtu, har matstovur, kaffistovur og mentanarstøð kunnu húsast. Í dag eru fleiri av hesum virksemum á gøtuni.

Heildarætlan frá 2006
Til ber at lesa heildarætlanina fyri Tórshavnar kommunu frá 2006 HER.