Sankta Josefs barnagarður

Um stovnin
Í barnagarðinum ganga í løtuni 84 børn, í aldrinum 3 - 7 ár. Á stovninum eru fimm stovur: Tjaldursstova, Ternustova, Smyrilsstova, Títtlingsstova og Lundastova.

Endamálsorðing
Endamálið hjá okkum í barnagarðinum, er at veita børnunum eitt trygt umhvørvi við einum fjølbroyttum gerðandisdegi, sum er merktur av lívsvirði. Hetta fyri at børnini mennast bæði likamliga, sálarliga og vitanarliga. Í samstarvi við foreldrini vilja vit virka fyri at barnagarðurin er eitt stað, har børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum dámar at vera og trívast væl.

Vit vilja:
Skapa eitt gott og positivt umhvørvi fyri børnini, starvsfólkini og foreldrini.
Stuðla børnunum í samfelagsligu, socialu og persónligu menning teirra.
Styrkja sjálvsvirði og sjálvsálit barnsins.
Brúka málið og menna tað.
Geva børnunum møguleika at brúka og styrkja kroppin.
Læra børnini at vera hjálpsom, sýna hvør øðrum fyrilit og hava ábyrgdarkenslu.
At foreldrini fáa innlit í gerðandisdagin á stovninum.
Fegin samstarva við foreldrini, um menning og trivna barnsins.
Tosa opið, ærliga og virðiliga við foreldrini, um øll viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á barnið - bæði góð og minni góð.

Vit vænta:
At tit sum foreldur taka ábyrgd av menning barnsins.
At foreldrini tosa virðiliga um børn, foreldur og starvsfólk á stovninum.
At foreldrini hava álit á starvsfólkunum.
At foreldrini tosa við starvsfólkini um ónøgd - ikki við børnini ella onnur foreldur.
At foreldrini eru opin fyri positivum samstarvi.
At foreldrini eru reiðilig í samstarvinum.
At foreldrini møta til foreldrafundir, foreldraviðtalur og onnur tiltøk, stovnurin skipar fyri.
Samband
Sankta Josefs Barnagarður
Varðagøta 12, 100 Tórshavn
Tlf: 312854
Fartlf: 212851
Teldupostur: sktjosef@olivant.fo
www.123hjemmeside.dk/Sankta_Josef

Leiðari: Gunvá Egholm

Upplatingartíðir: 7.30 - 17.15

Stovur:

Tjaldursstova tlf. 772500
Ternustova tlf. 772501
Smyrilsstova tlf. 772502
Títtlingsstova tlf. 772503
Lundastova tlf. 772504