Dagstovnurin Kurla


Á stovninum hava vit eina vøggustovu við 13 børnum og eina barnagarðsstovu við 22 børnum. Á stovninum arbeiða 9 starvsfólk.

Vit halda til í einum sethúsum, ið eru umbygd til dagstovn sum opnaði í 2002. Stovnurin er rúmligur, so pláss og friður er til spæl í smáum bólkum.

 

Okkara nærmastu grannar eru økið við Svartafoss og ítróttarøkið í Gundadali. Skjótt er oman í viðarlundina og býin, og gott busssamband er nær við. 

 

Okkara endamálsorðing:

Í Kurlu leggja vit dent á rørslu- og sansastimbran.

Vit vilja, at barnið verður tilvitað um og fær møguleika at menna sín kropp, rørslur og sansir.

 

Tað er ein sannroynd, at børn røra seg væl minni í dag, enn fyri einum-tveimum ættarliðum síðan. Hetta hevur ikki bara avleiðingar fyri rørslumenningina, men eisini fyri menningina sum heild.

 

Tá barnið brúkar kroppin, brúkar tað eisini sansirnar. Vit eru sera bundin av okkara sansum, tí tað er ígjøgnum teir vit fyrihalda okkum til verðina. Barnið upplivir, ger sær royndir, viðger og handlar út frá hesum royndum. Hesar kropsligu royndir eru grundarlagi fyri og ávirka alla menningina hjá barninum. Bæði kropsliga, sálarliga, vitið, málsliga og sosialu menningina.

 

Tað er umráðandi, at barnið fær eina jaliga fatan av sínum kroppi, og at barnið kennir og upplivir gleði, vælveru og orku at røra seg.

 

Gerandisdagurin er merktur av, at børnini gjøgnum spæl fáa avbjóðingar innan- og uttandura sum menna teirra rørslur og sansir. Hetta verður gjørt við túrum í náttúruni, við spæli úti í garðinum har tað er gott pláss til tær stóru rørslurnar, í heingikoyggju inni, tá vit svimja, dansa, reiggja, sleta, spæla við evningarvoks o.s.fr..

Kunna teg nærri
Dagstovnurin Kurla
Sundsvegur 3
100 Tórshavn

Tel. 30 22 70
Fartel. 26 22 61

T-postur: kurla@torshavn.fo
Netsíða: 123hjemmeside.dk/kurla


Leiðari: Berit Weihe
Upplatingartíðir: 7.30-17.00

Telefon stovur
Vøggustovan    78 78 90
Barnagarðurin   78 78 91
Skrivstovan:      30 22 70
Leiðarin:            26 22 61