Býlingshúsið Inni á Gøtu


Býlingshúsið Inni á Gøtu liggur í býlinginum Inni á Gøtu í Hoyvík. Vit hava útsýni yvir Eysturoynna og Hoyvíkshagin er okkara nærmastu granni og verður størsti og fremsti býarparturin í býnum. Stovnurin er ljósur og sera rúmligur og pláss er at røra seg bæði inni og úti.

Uttanfyri hava vit stóran garð, og í garðinum er ein stórur heyggur. Kring heyggin er ein vegur, har til ber at koyra við mánabili, súkla og standa á rulluskoytum. Vit eiga ein stóran fótbóltsvøll og hava eitt gott spælipláss og umstøðurnar hjá børnum at spæla eru góðar bæði innan og uttandura.

Gerandisdagurin
Opið er frá 7.30-17.00.

Vit hava fastar tættir gjøgnum vikuna á stovninum. Á hendan hátt røkka vit øllum børnunum og teirra menning. Hesir tættir eru eitt nú sangløtur, skúlabólkur, túrar, verkstaður, svimjing og vælumtókta stillarúmið har ein løta av degnum hjá børnunum gongur fyri seg í friði og hvíld.

Endamálsorðing
At skapa góð og lærandi spælistøð til børnini sum hóska til aldur, menning og avbjóðingar. Við spælistøð meina vit avmerkt støð á stovninum, har børn spæla ávís spøl, sum styðja teirra menning.

Okkara arbeiðssetningur

At menna spæli og lærustøðini á stovninum At eggja við nýggjum hugskotum, nýggjum avbjóðingum og nýggum førleikum. Spæli og lærustøðini eru grundarsteinurin undir menningini av førleikunum hjá børnumum og okkara námsfrøðiliga amboð. Hesi spæli og lærustøð stimbra undir førleikan at spæla saman, handaligan førleika, førleika at læra spøl, at lurta, at menna hugflogið.

Kunning til foreldur
Fyri at tit kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum, skriva vit á eina talvu, hvat børnini hava tikist við, tá tey hava verið túr o.a. Tá íð høvið býðst vísa vit tykkum myndir av tí børnini hava gjørt ella upplivað.

Vit hava føst tiltøk gjøgnum árið. Jólahald, fastalavintshald, páskahald og garðdag. Tá barnið hevur føðingardag, hátiðarhalda vit dagin við at flagga og syngja fyri barninum og annars gera dagin hugnaligan. Foreldur avgerða sjálvi, um tey ynskja at bjóða eitthvørt á stovninum.

Foreldrasamstarv

Samskiftið millum tykkum og okkum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum. Tí bjóða vit tykkum til samrøðu eina ferð um árið, har vit í frið og náðum tosa um hvussu veit við hjá barninum. Dagliga prátið við tykkum, tá íð tit koma á stovnin hevur stóran týdning fyri samstarvið millum okkum. Prátið um viðurskifti sum tryggja barninum góðan trivna her og heima.Vit skipa fyri einum stovufundi og einum felags foreldrafundi einaferð um árið.

Foreldrakaffi
Annan hvønn fríggjamorgun , hava vit foreldrakaffi frá kl.7.30-9.30, har vit bjóða morgunmat.

Foreldraráð
Í foreldraráðnum kunnu verða 3-5 limir. Uppgávan hjá foreldraráðnum er í høvðusheitinum, at styrkja um samstarvið ímillum heim, stovn, foreldur og kommununa. Og virka fyri trivnað millum børn, foreldur, starvsfólk og stovn.
Kunna teg nærri
Býlingshúsið Inni á Gøtu
Ovaragøta 30B
188 Hoyvík

Telefon: 30 22 20
Fartelefon: 21 77 01

T-postur: inniagotu@torshavn.fo
Netsíða: inniagotu.net

Leiðari: Poula Eidesgaard
Upplatingartíðir: 7.30 - 17.00

Telefon á stovum
Túgvan            25 07 37
Vøggustovan   25 07 36
Rókin               25 07 38