Dagstovnurin við Landavegin

Dagstovnurin við Landavegin er ein lutfalsliga nýggjur stovnur, har stór og smá eru í støðugari menning og broyting. Stovnurin er opin frá kl 7.30 til 17.00.

Stovnurin hevur fýra stovur:
Dreymsóljan – vøggustova við 12 børnum, 0-3 ár
Gullsóljan - barnagarðstova 20 børn, 3-7 ár
Sóljuflog – barnagarðstova 20 børn, 3-7 ár
Tjarnarsóljan – vøggustova 12 børn, 0-3 ár

Hetta kann broytast, alt eftir hvussu bíðilistin sær út. Hvør stova hevur sína egnu inngongd, eitt og tvey eykarúm, køk ,wc og vátrúm. Mitt í húsinum er eitt stórt felagsrúm, Sóljan, køkur og trý stór eykarúm.

Mál og mið
Vit ynskja, at foreldur og børn kenna seg væl, tá ið tey koma á stovnin. Vit leggja dent á eitt gott foreldrasamstarv.

Vit arbeiða fyri, at børnini skulu hava ein mennandi dag við fjølbroyttum upplivingum. Vit vilja veita einstaka barninum umsorgan og tryggleika. Styrkja sjálvbjargni, sjálvsvirði, sjálvskenslu og sjálvsálit hjá børnunum. Vit vísa tolsemi fyri tí einstaka og vilja stuðla børnunum í at verða tolin, opin og soleiðis styrkja teirra sosialu førleikar.

Vit leggja dent á, at barnið, ið byrjar á stovninum, fær eina so góða byrjan sum gjørligt. Saman við tykkum foreldrum tilrættarleggja vit byrjanina á besta hátt. Her vilja vit arbeiða tilvitað fyri at skapa góðar karmar um barnsins menning.

Gerandisdagur
Børnini fáa frukt, millummála og mjólk hvønn dag. Børnini hava matpakka við, um ikki annað er avtalað. Tá stovnurin hevur døgurða ella breyðdag, fáa tit tað at vita frá starvsfólkunum.
Vøggustovubørnini fáa blæur.

Siðvenjur
Jól : Vit hátíðarhalda jólini við jólahugna á stovninum; altíð fyrsta hósdag í desember. Føstulávint : vit sláa tunnu og hugna okkum. Børnini koma grýluklødd. Ommu og abbadagur er á Grækarismessu á hvørjum ári. Føðingardagar : Stovnurin hevur føðingardag 8. oktober. Garðdagur : Ein garðdagur er árliga og verður hildin í mai. Foreldur, børn og starvsfólk hava ein hugnadag við skemti og hugna. Foreldrafundir : Tveir foreldrafundir eru um árið. Ein felags um heystið og ein foreldrafundur á stovunum um várið vanliga í mars.

Foreldrasamrøður eru eina ferð um árið í februar.

Síðsta fríggjamorgun í hvørjum mánaði bjóða vit morgunmat í Sóljuni. Frá kl. 8.00 -9.30. Aftaná syngja børnini. Tá ið barnið hevur føðingardag, hava tit møguleika at bjóða eitthvørt á stovninum.

Klæðir
Tað er av alstórum týdningi, at børnini hava røttu klæðini á stovninum. Á okkara leiðum regnar mangan, og tí er neyðugt við regnklæðum og gummistyvlum alt árið. Kavadraktin er somuleiðis í nýtslu tað mesta av árinum. Børnini eiga altíð at hava skiftikæði á stovninum.
Navn skal setast í øll klæðir hjá barninum.

Frí ella sjúka
Er barnið sjúkt ella heldur frí, verða foreldrini vinarliga biðin um at siga frá á stovninum áðrenn kl. 09.30. Tað er eisini týdningarmikið at ringja, kemur barnið eftir kl. 09.30.
Vit hava ikki umstøður at taka ímóti sjúkum børnum ella børnum, ið eru illa fyri. Vit geva einans teimum børnum heilivág, sum hava varandi sjúkur. (astma og CTD)

Kunning/spurningar
Dagstovnurin við Landavegin
Landavegur 84
100 Tórshavn

Tel. 302380
Fartel. 222380

T-postur: dag-land@torshavn.fo
Netsíða: landavegur.fo

Leiðari: Steinbjørn V. Olsen
Upplatingartíðir: kl. 7.30 - 17.00

Telefon stovur
Dreymsóljan: 250819
Sóljuflog: 250704
Gullsóljan: 250798
Tjarnarsóljan: 250779