Dagstovnurin í Løkjatúni

Dagstovnurin í Løkjatúni er ein kommunalur ansingarstovnur undir Tórshavnar kommunu. Stovnurin varð tikin í nýtslu í august 2004.Stovnurin er normeraður til 64 børn: 24 vøggustovubørn og 40 barnagarðsbørn. Í løtuni eru 9 námsfrøðingar og 5 hjálparfólk í starvi á stovninum.

Stovnurin er skipaður við tveimum vøggustovum við børnum í aldrinum 1/2 til 3 ár, og við tveimum barnagarðsstovum, sum eru aldursuppbýtar. Løkjastova og Sandástova eru stovur fyri tey sum eru ½ ár til 3 áragomul. Høvuðsuppgávan er at geva børnunum eina góða, róliga og vælskipaða byrjan upp á dagstovnalívið. Vit hava fastar gerandisvanar, og hava virksemi, sum er mennandi fyri teir persónligu og sosialu førleikarnar hjá teimum minstu.

Umsorgan, tryggleiki og nærleiki er tað yvirskipaða, sum vit leggja dent á í vøggustovuni. Uppgávan er at seta saman ein avbjóðandi, gevandi og hendingaríkan gerandisdag. Fastir vanar hava týdning, umframt kunnleikin til tað einstaka barnið, tá vit fyrireika tað námsfrøðiliga virksemið. Umsorgan og vegleiðing í einum tíðarskeiði, sum er merkt av sjálvstøðugerð og tilvitan umseg sjálvan. Traðastova er stovan fyri tey frá 3 - 4 ára gomlu.

Høvuðsuppgávan er at byggja víðari á ta menning og teir vanar, sum eru mentir í vøggustovunum, samstundis sum at børnini fáa størri frælsi og ábyrgd. Tey sleppa at møta nýggjum avbjóðingum.

Umsorgan og vegleiðing í eini tíð, har "eg í felagsskapinum" byrjar at fylla. Kongastova er stovan fyri tey frá 4 - 6 ára gomlu Høvuðsuppgávan er at skapa eitt umhvørvi, har barnið fær mennandi avbjóðingar innan tað sosiala, málsliga og kropsliga økið í mun til sítt egna støði. Tað, at barnið mennir síni bindindi og sína ábyrgdarkenslu.

Karmar sum geva rúm til forvitni og undran, og stuðla sjálvbjargnismenningin hjá einstaka barninum og bólkinum.

Nærri er at lesa um okkara viriðsgrundarlag og námsætlan á lokjatun.fo
Kunning/Spurningar
Dagstovnurin í Løkjatúni
Løkjatún 5
160 Argir

Tel. 30 23 90
Fartel. 21 42 27

T-postur: elint@torshavn.fo
Netsíða: lokjatun.fo

Leiðari: Elin N.W.Tausen
Upplatingartíðir: 07.30 - 17.00

Telefon stovur
Kongastova  268931
Traðastova  266572
Sandástova 266576
Løkjástova 256724