Dagstovnurin Flatnagarður

Flatnagarður er ein sera hugnaligur stovnur, ið liggur vinstru megin vegin, beint tá ið tú kemur til Kaldbaks. Á stovninum húsast bæði vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Stuttleiki, nærvera, foreldrasamstarv, sangur, tónleikur og kreativitetur eru nøkur lyklaorð. Eisini kunnu vit nevna hugtøk sum Stig fyri stig, TRAS, Skúlabólk og Uppdagandi Skriving. Vit leggja dent á, at tilfar sum pappír, kartong, lím, klistur, blíantar, litir, saksar, máling o.t. er til taks, sjónligt og í barnahædd. Tað sama er galdandi fyri bókum og spølum.

Eisini leggja vit stóran dent á rørslur og motorik. Umframt rørslusangir og – spøl, og at vit eru túrar uttandura og í náttúruni, kunnu vit nevna at vøggustovan hevur kúlubað, barnagarðurin fer í Fimi hvørja viku, og skúlabólkurin og frítíðarskúlabørnini svimja hvørja viku.

Øll børn eru ymisk, hava ymisk áhugamál og ymiskan tørv. Her taka vit støði í tí einstaka barninum, og gera okkara besta fyri at øll skulu trívast og mennast á bestan hátt.

Kunna teg nærri
Dagstovnurin Flatnagarður
Við Krossá 2
180 Kaldbak

Telefon: 28 20 12
Telefon: 21 77 01

T-postur: riggeb@torshavn.fo
Netsíða: flatnagardur.wix.com/flatnagardur 

Leiðari: Rikke Bak Sørensen
Upplatingartíðir: 7:15-17:00