
Dagstovnurin við Botnánna
Um stovnin
Á stovninum er ein barnagarðsstova við 20 børnum í aldrinum 5-7 ár, og ein frítíðarskúli til børn sum ganga í 1. og 2. flokki. Frítíðarskúlin lat upp í 2001, og barnagarðurin lat upp í 2003. Á stovninum starvast 7 starvsfólk. Dagstovnurin við Botnánna liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, okkara nærmasti granni er ein frálík á, ið nevnist Botnáin.
Endamálsorðing
Her hjá okkum eru vit nógv úti í náttúruni, soleiðis at børnini sleppa at merkja føroysku náttúruna. Øll skulu hava tað gott, bæði børn og vaksin. Vit virða okkum sjálvi og hvønn annan. Vit arbeiða við at gera børnini sjálvstøðug, tey skulu kenna seg, síni og sítt.
Gerandisdagurin
Tá børnini saman við foreldrunum møta í barnagarð um morgunin, vera tey væl móttikin, vit siga góðan morgun við einum smíli.
Børnini hava møguleika at fáa morgunmat frá 7.30 – uml. 8.30, starvsfólk sita saman við børnunum og hugna um børnini.
Øll børn eiga at vera komin í barnagarð áðrenn klokkan 9.30.
Klokkan 9.45 hava vit eina stutta samling, okkurt barn telur, hvussu nógv børn eru komin, vit siga frá, saman við børnunum hvørji ikki eru og hví.
Øll felags boð vera givin í samling, børnini fáa øll høvi at koma til orðanna. Vit hava ein “góðan stól” sum børnini skiftast um at sita á, her fáa tey bert jaligt at vita um seg sjálvan, frá hinum børnunum og starvsfólkunum. Vit syngja og kvøða, bera uppá rím og siga frá søgum.
Vit arbeiða javnan við einum ávísum tema, sum dømi kunnu nevnast: Fuglar, vinir, sunnur kostur, Kollafjørður, kvæði, føstulávint.
Hvønn dag eru vit úti saman við børnunum, vit hava ein deiligan garð, sum børnini sleppa at spæla, skapa, hugna og uppdaga eitthvørt í. Eisini eru vit nógv uttanfyri garðin, vit eru í ánni, og fáa mangar karmar. Vit skreiða, vitja viðarlundina, vit geva gæsnum og dunnunum at eta, vit vitja kirkjugarðin o.m.a.
Vit leggja stóran dent á at børnini sleppa at spæla og skapa hvønn dag.
Klokkan 12.30 koma 21 glað, troytt og svong frítíðarskúlabørn oman til okkara, tey vera móttikin av jaligum og glaðum starvsfólkum, ið hava gjørt alt klárt til børnini, soleiðis at tey kunnu fáa ein góðan bita. Børn og starvsfólk sita í hugnaligum umhvørvi og eta saman, børnini hava høvi at fortelja um upplivingar og hvussu dagurin í skúlanum hevur gingið.
Vit leggja stóran dent á, at børnini skulu hava ávísa frítíð í frítíðarskúlanum. Tó so hendir nógv spennandi og mennandi hvønn dag, børnini mynda sjálvi dagin.
Børnini fáa millummála og mjólk frá okkum.
Mikudag er leikadagur, foreldrini hava ábyrgdina av leikunum.
|