Dagstovnurin á Velbastað

Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúruvøkrum umhvørvi omanfyri bygdina á Velbastað. Vit hava stóran garð at spæla í rundanum stovnin. Har eru bæði fastar og leysar leikur umframt ein bóltvøllur við græslíki á.
Innandura eru fýra bólkastovur umframt stór felagshøll og smærri verkstøð.

Á stovninum eru hesar stovur: 

Eina vøggustovu við børnum 0-3 ár
Eina bg stovu við børnumm 3-6 ár og skúlabólk 6-7 ár (árið innan skúlabyrjan)
Frítíðarskúla 1.-3. flokk.

Á stovninum arbeiða í løtuni 12 starvsfólk, umframt avloysarar og húsavørður.

Endamálsorðing
Vit hava hesar tríggjar yvirordnaðu málsetningarnarnir fyri virkseminum

Á stovninum skal vera pláss fyri bæði smáum og stórum, bæði børnum og foreldrum, og eisini teimum, sum starvast á stovninum. Vit vísa fyrilit fyri hvørjum øðrum, bæði sum einstaklingum og sum partur av einari størri heild.

Vit vilja arbeiða við at varðveita og styrkja sosiala førleikan hjá børnum og vaksnum við m.a. at hjálpa hvørjum øðrum, at skapa eitt jaligt umhvørvi, har børnini kenna seg at hoyra til, har rúm er fyri ymiskleika og har møguleikar eru fyri at børnini at knýta vinarbond.

Eisini skal tað vera bæði mennandi og stuttligt at luttaka í virkseminum á Dagstovninum á Velbastað.

Gerandisdagurin
Føroyska veðurlagið ger, at tað er neyðugt hjá barninum at hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar á stovninum hvønn dag. Eyka sett av klæðum má altíð liggja á stovninum. Navn skal verða á øllum klæðum.

Um børn hava frí, eru sjúk ella ynskja at møta seinni enn kl. 9.30 skal hetta fráboðast á stovuni har barnið gongur. Vit hava brúk fyri at vita hvørji børn eru á stovni so vit kunnu skipa okkara dagliga virksemi á besta hátt. Tað skipaða virksemi byjar í flestum førum kl. 9.30 aftaná at børnini hava fingið frukt.

Børnini eta vanliga matpakkar um 11-12 tíðina.

Øll børnini fáa mjólk og millummála. Børnini í vøggustovunum fáa blæur.
Umframt heiligdagar er stovnurin stongdur millum jól og nýggjár, eisini er stovnurin stongdur í samband við, at starvsfólkið hevur ráðleggingardagar.
Kunning/Spurningar

Dagstovnurin á Velbastað
Norðuri á Heyggi 55
176 Velbastaður

Tel: 32 81 21
Fartel: 21 81 32
T-postur gunridh@torshavn.fo
Netsíða: velbarn.fo

Leiðari:Gunrid Hansen

Upplatingartíðir.
7.30-17.00 fyri barnagarð og vøggustovu

Frítíðarskúlin er opin kl. 13.00-17.00, tó hósdag frá kl. 10.30