Barna- og ungdómshúsið Látrið

Um stovnin:
Látrið liggur í Nólsoy og er ein nýmótans arkitekt teknaður stovnur, ið lat upp í mai 2006. Her er vítt til veggja og høgt til loftið, bæði innan og uttandura.
Stovnurin er deildur í 3 lonir og rúmar 42 børnum, av tí at barnatali í Nólsoy ikki er so høgt, bleiv stovnurin 1 september 2009, broyttur frá at verða dagstovnur til Barna og ungdómshús, við virksemi fyri børn úr 0 til og við 18 ár.

Í sunnara bygninginum er Reiðrið við vøggustovu, í vestara bygninginum er Bólið við barnagarði. Bergið er bygningurin, ið bindur Reiðrið og Bólið saman. Í Berginum er frítíðarskúli, ungdóms virksemi, verkstaður og starvsfólka økið.
Garðurin er stórur við náttúruøki og vanligum spæliplássi, eisini kunnu vit troyta upplivingar í allari oynni.

Endamálsorðing:
Málið er at skapa ein gerandisdag, har børn, foreldur og starvsfólk trívast, mennast og finna avbjóðingar. Støði verður tikið í einstaka barninum, havandi í huga, at vit øll eru serstøk og tískil hava ymiskan tørv í gerandisdegnum, fyri at mennast likamliga og sálarliga.

Gerandis dagurin er merktur av, at børnini fáa avbjóðingar innan og uttandura, ið verða tillagaðar tí einstaka barninum, alt eftir menninga støðnum. Øll børnini fáa mjólk og millummála, vøggustovubørnini fáa blæur.

Stovnurin er stongdur:
Umframt heili dagar, er stovnurin stongdur, 2 ráðleggingar dagar árliga, hetta eru skiftandi dagar og fáa foreldrini boð í góðari tíð. Millum jól og nýggjár og 3 vikur um summari er stovnurin stongdur, tó fáa foreldur, ið hava tørv á ansing hesa tíðina møguleika, fyri ansing á stovni í Havn.
Kunna teg nærri
Barna og ungdómshúsið Látrið
Válagøta
270 Nólsoy
Tel. 25 02 66 / 27 49 10

Leiðari: Guðrun Sundar Hansen
Tel. 52 70 02

T-postur: gudrunh@torshavn.fo

Reiðrið 0 til 3 ár
Bólið 3 til 7 ár
Bergið 7 til 18 ár

Upplatingartíðir
Barnahúsið er opið frá kl 13 til 17

Ungdómshúsið
Mánadag stongt

Týsdag kl. 19 - 22
Mikudag kl.19 - 22

Hósdag kl 19 - 22

Fríggjadag kl 19 - 23