Tórshavnar kommuna ætlar við umhvørvisvikuni at leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka
borgaranum og kommununi sum heild.
Sjónarmiðið hjá kommununi er, at vit skulu lata næsta ættarliði umhvørvið í sama standi, sum vit fingu tað. Tí skipar Tórshavnar kommuna á hvørjum ári í viku 19 fyri heilsu- og umhvørvisviku.
Í Tórshavnar kommunu verður stórur dentur lagdur á og nógv orka løgd í at hava eina reina og vakra
kommunu.
Til at røkka hesum máli halda vit, at tað hevur alstóran týdning, at børn og ung so tíðliga sum gjørligt verða gjørd varug við og tilvitað um at hava umsorgan fyri náttúru og umhvørvi, og hvussu umráðandi tað er at fara væl um náttúruna.