22. mai 2013
70 bátapláss aftrat á Argjum
Vinnunevndin í Tórshavnar býráð hevur samtykt, at bátahylurin á Argjum skal umskipast og umbyggjast fyri fimm milliónir krónur, so 70 nýggj pláss kunnu útvegast upp á henda mátan.

Gott 300 fólk standa á bíðilista at fáa bátapláss í Havn og á Argjum, so tað munar væl, um 70 teirra kunnu fáa pláss á Argjum, har tað ber til at gera umstøðurnar munandi betri og at fáa lagt 170 metrar av flótibrúgvum í verandi hyl.

Hetta krevur, at verandi fasti moli inni í hylinum verður tikin burtur, so flótibrúgvar verða lagdar í staðin, og upp á tann mátan ber til at fáa 100 nýggj pláss við hesar brúgvar, meðan talið av teymum verður minkað við 30.

Arbeiðið er deilt upp í fleiri smærri enterprisur, so sum burturbeining av mola, fundament til brúgvar, el, kavaraarbeiði og annað, sum kann gerast av smærri veitarum.

Størsti parturin av kostnaðinum er til flótibrúgvar, bummar, landgongdir, ketur og annað, sum fólk hjá Tórshavnar havn hava royndir av at standa fyri og at gera.

Tilsamans er talan um at brúka góðar seks milliónir krónur, so góðar fimm milliónir krónur verða brúktar til umskiping og umbygging av bátahylinum á Argjum, og síðani verður ein góð millión brúkt til útbúnað á bátaøkinum.

Hetta merkir so samstundis, at ætlanin um at byggja bátahyl á Sundi fyri góðar 30 milliónir krónur, er slept.