22. august 2017
Vesputýning í kommununi
Tað er púra vanligt, at einstakar vespur flúgva kring húsini og koma inn. Men hendir tað seg, at vespur støðugt eru í húsinum, ella nógvar vespur eru í nærumhvørvinum, kann roknast við, at vespubýli er tætt við.

Snarskivan tekur ímóti boðum, tá ið fólk hava varnast vespubýli í Tórshavnar kommunu, og síðani verður vesputýnarin boðsendur. Hevur tú funnið eitt vespubýli, er at boða Snarskivuni frá, tel 30 20 10.

Treytir fyri týning
Til tess at týningin er nøktandi og munadygg, setir kommunan tvær treytir, sum skulu lúkast.

1. Ávísast skal eitt býli ella eitt stað, har vespurnar áhaldandi flúgva inn og út. Týnarin átekur sær ikki at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.

2. Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður persónur skal vera inni/heima, meðan týningin verður framd. Eiturpulvur verður sprænt inn í og uttan um býlið. Er býlið millum skins og hold, og tað kann leka inn í búrúmini, tá ið sprænt verður, má onkur vera inni og siga frá, hvørt eiturpulvurið treingir inn. Um so er, verður støðgað beinanvegin.

Til ber eisini at lesa faldara hjá Tórshavnar kommunu um vespur. Hann sæst HER og er eisini at fáa í Snarskivuni.